Team Klaksvík hevur fingið eina rimmar byrjan uppá kappingarárið í FTZ-deildini við góðum heimasigrum á Kyndli og Neistanum í badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.
Leikandi venjarin, Finnur Hansson er eisini fegin um góðu byrjanina, og hann staðfestir eisini, at tað var ein stórur lætti, og ein stór frøi hjá hansara monnum at kenna rákan av einum sigri aftur aftaná at hava bíðið síðani november í 2014 at vinna ein dyst.
Finnur Hansson sigur, at hann hevur roynt spakuligt at bygt liðið og at betra avrikini. Í fjør snúði tað seg um at minka tapini. Í ár var málið at vinna ein dyst, og nú eru tveir dystir vunnir, og nú er málið at vinna tann triðja dystin.
Team Klaksvík fer ikki upp at flákra, og fer ikki at seta sær høgar og óveruligar málsetningar. Finnur Hansson og hansara menn taka ein dyst í senn.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Finnur Hansson í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.










