##med2##
Team Klaksvík stríddist aftur móti einum topp 4 liði í kvøld, men H71 var omaná tá dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík var liðugur.
H71 vann 29-24. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 14-12. Ta einu løtuna var bert eitt mál á muni í seinna hálvleiki, men aftaná eitt timeout fekk H71 tamarhald á støðuni aftur.
Toppskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Vuk Stevanovic við átta málum og Valentino Valentakovic við sjey málum. Sámal á Tjaldrafløtti stóð fyri fimm av málunum.
Toppskjúttar hjá H71 vóru Djóni G. Joensen og Rói Ellefsen á Skipagøtu við seks málum hvør. Pætur Thomsen skoraði fimm mál fyri H71.
H71 og VÍF eru fremst við 13 stigum. Neistin hevur 10 stig og KÍF hevur níggju stig. Team Klaksvík hevur sjey stig, og aftast eru Kyndil og StÍF við fýra stigum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá dystarendanum.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Svein Rógva N. Ljósstein taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við venjaran hjá Team Klaksvík, Áka Mørk.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Pætur Thomsen hjá H71.