Team Klaksvík brendi trý brotskøst seinastu løtuna

(Rás2) Landsliðsspælarin hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen iðrar seg um tepra 23-26 (11-13) tapið ímóti Neistanum

Team Klaksvík gav oddaliðnum í FTZ-deildini, Neistanum ein skarpan gang í høllini á Hálsi tá liðini møttust í dag.

 

Neistin vann 26-23 (13-11), men við til søguna hoyrir, at Team Klaksvík brendi trý brotskøst, har tríggir ymiskir brotskastsskjúttar brendu fyri Team Klaksvík.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við fermálsskjúttan og landsliðsspælaran hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen.

 

Sámal á Tjaldrafløtti Olsen iðrar seg nógv um tey trý brotskøstini í einum dysti har Team Klaksvík eisini tíðum var á odda. Við betri nervum avgerandi løturnar hevði Team Klaksvík kunna fingið stig við sær norður aftur til Klaksvíkar.

 

Samrøðan við Sámal á Tjaldrafløtti Olsen snúði seg eisini um landsliðsúttøkuna nú hann og landsliðsfelagarnir skulu royna seg í HM-undankapping í Italia, har Ukraina, Rumenia og Italia verða mótstøðuliðini.

 

Sámal á Tjaldrafløtti Olsen er fyrsti útispælarin úr Klaksvík síðani Egil Johansen, sum sleppur at royna seg við landsliðnum. 

 

Fyri løtu síðani vann Kyndil 25-23 (14-7) á H71 í høllini á Hálsi í Havn.

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN153893365324
 H7115384375921
 KYNDIL143473331415
 VÍF12359350912
 TEAM KLAKSVÍK15353387-3412
 KÍF13325350-257
 STÍF14370396-267