Stórfavorittarnir í kvinnufótbólti við OL, Brasilia, máttu sera óvæntað leggja rygg til eitt tap móti vertunum úr Stórabretlandi.
Longu í øðrum minutti skoraði Steph Houghton tað, sum skuldi vísa seg at gerast avgerandi málið. Hetta var samstundir triðja málið hjá Houghton í trimum dystum í OL-kappingini.
Heili 70.584 áskoðarar sóu dystin, og tað var ikki heilt nóg nógv at seta olympiskt met frá 1996 OL, tá 76.489 sóu finaluna millum USA og Brasilia. Tað var tó nóg mikið til at seta met í Bretlandi, sum framman undan var 53.000 áskoðarar til ein dyst millum Dick Kerrs Ladies FC og St Helens Ladies á Goodison Park í 1920.
Úrslitið merkir, at Team GB endar ovast í bólki E, og skal møta Kanada í fjórðingsfinaluni, meðan New Zealand, sum vann 3-1 á Cameroon, fer víðari sum ein av tveimum teimum bestu tríarunum, og skal møta OL meistarunum, USA.