Japansku kvinnurnar, ið framføra te-siðagerðina, liva longri og hava eitt ófatiliga lágt tal av deyðsføllum orsakað av krabbameini. Líka síðan grøna teið varð funnið, hevur tað hevur kent fyri sínar farmalogisku ágóðar. Hóast grønt te ikki er góðkent sum heilivág, hevur teið summi læknafrøðilig árin.
Grønt te verður mett at vera besta heilsugevandi evni í siðbundnu kinesisku læknafrøðini. Serfrøðiligar kanningar prógva nú, at antioxidantarnir í grøna tenum hava stóra ávirkan á ymisk øki í kroppinum.
Grønt te inniheldur millum annað catechin, theaine og saponin. Rúgvan av vitaminum, aminosýrum, føðievni og onnur aktiv evni í grøna tenum hava ymiskar ágóðar:
Antioxidantir
Catechin uppbyggir ymisk sløg av súrevnini í blóðinum. Hesu sløgini eru góð, tí tey ímóti ymisk vandamikil evni, ið herja á kroppin.
Lætni
Grønt te er prógvað at stuðla upp undir lætna.
Krabbamein
Fólk, ið búgva í londum, har grønt te er gerandiskostur ? mest í Kina og Japan, hava eitt lágt prosenttal av krabbameinsraktum íbúgvum. Kvinnurnar í Japan, ið læra frá sær innan te-siðagerðina, drekka óvanliga nógv grønt te, og tær eru kendar fyri at liva leingi, og deyðsføll orsakað av krabbameini eru ófatliga lá.
kelda: greentealovers
lesið meira í Te: Grønt 2/2