Útbyggja spælipláss fyri 1,5 miljónir

Á viðheftu mynd fæst ein lýsing av, hvat verður á nýggja 650 fermetra stóra spæliplássinum við Gøtugjógv.

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at byggja út spæliplássið í skúlanum við Gøtugjógv. Tilsamans eru 1,5 miljónir krónur játtaðar til arbeiðið.

 

Verkætlanin kemur at hava við sær munandi betri umstøður til børn í og eftir skúlatíð við fleiri nýggjum leikum.

 

Á viðheftu mynd fæst ein lýsing av, hvat verður á nýggja spæliplássinum. Aftrat hesum skulu ljósmastrar setast upp, fundament stoypast, gummibelegningur leggjast omaná, og rundan um verða kantsteinar og asfalt.

 

- Nýggja spæliplássið verður 650 fermetrar til stórt, og tað verður fyritøkan Blika, sum kemur at standa fyri arbeiðnum, vita tey í Eysturkommunu at siga.