Útbyggingin á Landssjúkrahúsinum liðug í 2003

Útbygningurin, sum verður bygdur á Landssjúkrahúsinum í løtuni verður væntandi liðugur í juni 2003. Bygningurin verður í fimm hæddum, og kemur ein stórur partur av virkseminum hjá landssjúkrahúsinum at ganga fyri seg har.

 

Útbygging

 

 

 

Seinastu tíðina hevur verið rættiligt rok heimanfyri Landsjúkrahúsið. Hetta rok kemst av útbygging av Landsjúkrahúsinum, og heldur hon helst fram heilt til juni í 2003.

 

Sjúkrahúsleiðarin, Jóanis Erik Køtlum, hevur verið formaður í bygginevndini, men nú tá hann hevur sagt seg úr starvi, hevur Kristian Rasmussen, verkfrøðingur, tikið yvir fyribils.

 

? Arbeiðið er komið rættiliga langt, sigur Kristian Rasmussen.

 

? Ætlanin er, at øll innilokingin, tað vil siga betongarbeiðið, skal verða liðugt til apríl komandi ár, og tað sær út til at halda. Í løtuni verður arbeitt við fjórðu hædd, sum er næstseinasta hæddin.

 

Fimm ymiskar fyritøkur eru við í arbeiðinum. Innilokingini tekur danska felagið Pil & Søn sær av, umframt øllum timburarbeiðinum. Eitt annað danskt felag, Glenco Vsk., tekur sær av ventilatión, hita, saniteti og tí, sum hartil hoyrir. El-arbeiðið hevur KB El-teknik undir hond, málarameistari er Henning Sørensen og gólváleggjari er Eyðfinn Eyðunsson.

 

Niðasta hæddin skal hava laboratorium og nakað av tøknini. Á aðru hædd verður skaðastovan, intensiv deild, viðrakning, móttøka og forhøll. Triðja hæddin verður ein skurðdeild. Medisinska deild skal halda til á fjórðu hædd, og á fimtu og seinastu hæddini, verður ein nýtmótans seingjadeild.

 

Hetta er ein seingjadeild, ið uppfyllir øll krøv, sum verða sett til eina tílíka deild í dag. Har fara til dømis at vera tvey-songsstoovur við egnum bað og WC.

 

Sambært Kristian Rasmussen hevur Landssjúkrahúsið slíkar stovur sum er, men tær eru als ikki í somu dygd, sum tær, ið bygdar verða nú.