Útbjóðingarlógina fyri løgtingið í oktober

Roknað varð við, at Oljumálastýrið fór at hava 1,5 mió. kr. í inntøkum í 1999. Talan er um inntøkur, sum falla til gjaldingar í sambandi við, at umsóknir verða latnar inn, og loyvi verða latin. Lýsast kann ikki eftir umsóknum fyrr enn Løgtingið hevur samtykt útbjóðingarlógina, og kann tí ikki roknast við hesum inntøkum fyrr enn ár 2000

ÓLAVUR Í BEITI


Í eykajáttanini fyri september, sum var til 1. viðgerð í gjár, verður grundgivið fyri, hví talan er um eina eykajáttan til Oljumálastýrið. Umsóknin um eykajáttan er orsakað av - serligum útreiðslum í sambandi við 1. útbjóðingarumfar, 3,0 mió. kr., - at mettar inntøkur fyri verandi fíggjarár ikki koma fyrr enn ár 2000, - útreiðslum í sambandi við flyting í onnur høli, 1,9 mió. kr. Talan er tí ikki um útreiðslur, sum kunnu væntast at verða afturvendandi á hvørjum ári.

Nettojáttanin til oljumál varð undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 1999 lækkað við 1,5 mió. kr. í mun til fíggjarlógaruppskotið. Grundgevingin var, at søkjast kundi um eykajáttan, um útlitini fyri einum útbjóðingarumfari batnaðu. Hetta hendi, tá ið sáttmálin um landgrunsmarkið millum Føroyar og Bretland varð undirskrivaður 18. mai 1999.

? Farið er av álvara undir at fyrireika útbjóðingarlógina, ið eftir ætlan verður løgd fyri Løgtingið í oktober/november, verður sagt í viðmerkingunum.

Víst verður eisini á, at virksemið hjá Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum er nógv økt. Stórur tørvur er á fakligum eftirmetingum av jarðfrøðiliga arbeiðinum, loyvistreytum v. m. Eykajáttanin er tí í høvuðsheitum ætlað keypi av fakligari ráðgeving frá altjóða fyritøkum. Tí verður væntaður ein øktur fíggingartørvur uppá 3 mió. kr.

Roknað varð við, at Oljumálastýrið fór at hava 1,5 mió. kr. í inntøkum í 1999. Men við tað, at løgtingið ikki hevur samtykt útbjóðingarlógina, kann ikki roknast við hesum inntøkum fyrr enn ár 2000.


Onnur høli

Og viðvíkjandi hølunum sum Oljumálastýrið heldur til í, verður sagt, at tað hevur víst seg, at við stóra forkanningarvirkseminum v. m., ið hevur verið tey seinastu árini, er bygningurin vorðin alt ov trongur, og nú farast skal undir veruligar oljuleitingar, er neyðugt at bøta munandi um hølisviðurskiftini. Við leiðbeining frá landsarkitektinum hava ymsir møguleikar verið kannaðir, t.d. styttri og longri leigumál, keyp av bygningi ella at byggja ein bygning til endamálið.

? Tann einasta loysnin, ið hevur víst seg nøkulunda at nøkta tørvin soleiðis, sum hann sær út nøkur ár fram í tíðina, er at leiga ein bygning. Við bygninginum, ætlanin er at leiga, fæst í fyrsta umfari ein gólvvídd uppá uml. 900 m2 til skrivstovur o.t., ið er umleið tað dupulta av víddini á verandi skrivstovuhølum. Herumframt fáast í fyrsta umfari eisini uml. 250 m2 til goymslu. Seinni kann størri partur av bygninginum koma upp í leigumálið. Í fyrsta umfari kann annað av leigumálunum hjá Jarðfrøðisavninum til goymsluhøli sigast upp, og seinni kann hitt sigast upp.

? Tørvurin á eykajáttan stendst av alneyðugum tillagingum, m.a. nøktandi EDV-kervi, tillaging av komuhøllini, lásskipan, trygdarhurðum og innbúgvi. Metti kostnaðurin orsakaður av flyting er uml. kr. 1.900.000.

? Formlig avtala er ikki gjørd um leigumálið, men út frá tí fermetraprísi, talan hevur verið um, verður árligi leigukostnaðurin uml. kr. 650.000 fyri ta gólvvídd, sum í fyrsta umfari er talan um, stendur at lesa í viðmerkingunum viðvíkjandi eykajáttan til Oljumálastýrið.