Útbjóðing á tingborði

Týsdagin varð uppskot til oljuleiting og framleiðslu á føroyska landgrunninum lagt fyri løgtingið.

Viðgerðin av uppskotinum verður longu í dag. Leingi er tað, ið væl skal verða, verður tikið til, og hetta mega vit sanna oftani. So eisini við hesum uppskoti. Ikki tí at tað hevur verið arbeitt seint. Fólkini í Oljumálastýrinum og teirra mongu ráðgevar og hjálparfólk annars hava arbeitt dag sum nátt við at fáa hetta uppskotið liðugt. Tað eru heldur onnur viðurskifti, sum vit ikki einsamøll hava verið harrar yvir, sum hava gjørt, at henda útbjóðing er komin í drag. Marknaavtalan við Bretland, sum vit hava bíðað eftir í so mong ár, kom loksins uppá pláss fyrr í ár, og við henni vórðu dyrnar latnar upp fyri eini útbjóðing á landgrunninum.

Nú hava vit so bæði fingið marknaavtalu uppá pláss, og uppskotið til 1. útbjóðing liggur á tingborði. Sjálvt lógaruppskotið fyllur bert eina síðu. Hinvegin eru viðmerkingarnar sera drúgvar. Aftrat tí fylgir so eitt standardloyvi til leiting og framleiðslu av kolvetnum. Í hesum standardloyvi eru treytir og kor fyri at kunna vera við í útbjóðingini. Aftrat hesum fer so Fíggjarmálaráðharrin seinni at leggja fram ískoyti til kolvetnisskattalógina um nýggjar skattatreytir fyri tey, sum skulu til at leita og seinni framleiða á føroyskum øki.