Útbjóðing – bæði og

Oddagrein:

Í vikuni fingu vit at vita, hvussu mong feløg hava søkt um leitiloyvi í 3. Útbjóðing. Úrslitið var bæði gott og minni gott. Tríggjar umsóknir komu frá fimm feløgum. Í undanfarnu rundunum varð áhugin væl størri. Men tað eru orsøkir til tess. Í fyrstu útbjóðingini í 2000 vórðu 23 umsóknir umboðandi 17 oljufeløg. Fýra ár seinni vórðu 9 umsóknir frá 8 feløgum. Taka vit sjálv tølini yvir umsóknir og feløg, er greitt, at her er stór afturgongd. Men tølini skulu takast við fyrivarni.

 

At ovurhondsstórur áhugi var til fyrstu útbjóðingina var ein sjálvfylgja. Feløgini høvdu tá brúkt milliónir uppá kanningar og vildu tí náttúrliga eisini vera við, tá útbjóðingin lat upp. Hóast úrslitið av fyrstu brunnunum ikki varð tað man vónaði, so gjørdist 2. runda kortini ein succes, tí nógvar umsóknir komu inn. Hesum kunnu vit helst m.a. takka oljufundunum hinumegin markið fyri, tí fleiri av teigunum, ið vórðu bodnir út komu at liggja úti við markið longur norðuri – sum framhald av fundunum í bretskum øki. Síðani tá eru so tveir brunnar boraðir inni á føroyska basaltinum. Hvørgin var eitt oljufund, tó at vit fingu nógva týðandi vitan, eitt nú um at bora gjøgnum basalt. Turru basaltbrunnarnir vórðu tískil ikki júst nakar appetittvekjari til at fara og bjóða í eini nýggjari rundu. Onnur orsøk til úrslitið av 3. rundu er m.a. tann, at eitt av stóru feløgunum, ENI skal bora ein brunn í 09, og hevur tí nokk um oyruni. Enn eitt stórt oljufelag, Chevron, ið søkti og fekk loyvi í 2. rundu, fer helst at bora næsta ár ella í 2010. So fleiri feløg hava longu ov mikið at gera í verandi loyvum. Haraftrat vita vit, at nógv feløg hava verið og eru rættiliga upptikin av útbjóðingum í bæði bretskum og norskum øki. At stór oljufeløg sum BP og Shell, ið vórðu sera virkin í fyrstu runduni, ikki vórðu við í hvørki 2. ella nú 3. rundu, er stórt spell. Vit kunnu bara vóna, at tey hava valt at sita á síðulinjuni og eygleiða gongdina, og so skjótt eitt fund verður gjørt, at býta á aftur eitt nú við at keypa seg inn í verandi loyvi.

 

Tað positiva við 3. rundu er, at StatoilHydro er við. Felagið hevur sostatt verið við í øllum rundunum og hugaligt er at hoyra stjóran siga, at Føroyaøkið er ov gott at rýma frá. Nakað, ið øll onnur oljufeløg áttu at skrivað sær aftanfyri oyrað – og koma at sanna! At felagið hevur tikið føroysku oljufeløgini undir sítt veingjabreiði er eisini góður musikkur, hervið kunnu teir túsundtals føroysku partaeigararnir kenna seg tryggari, tí tað er altíð gott hjá smáum feløgum at vera saman við fíggjarliga og vitanarliga sterkum oljufeløgum. Loysunarorðið ella lykilin til okkara oljuframtíð er sjálvandi eitt fund, og her seta vit álit okkara á fyristøðufeløg sum ENI, Chevron og StatoilHydro. At hesi feløg líkasum hava tikið á seg lokomotivleiklutin frá BP og Shell, ið eru farin í bíðistøðu -vónandi, er gott og eisini náttúrligt, nú tey hava sett Atlantsmótið í sítt skjaldramerki. Her kunnu útbyggingar hinumegin markið vera ein týðandi katalysatorur eisini.