TB vitjar toppliðið

1. DEILD. Nú á middegi verður fyrsta bríksl í Gunddali, har AB er gestur hjá B36

Mynd: B71

Fyrsti dystur í 19. umfari í næstbestu deildini var hóskvøldið, tá ið B71 var gestur hjá NSÍ. Úrslitið var 1-1, og bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Sandoyingar vóru óhepnir at gera sjálvmál, men so svaraði Eduardo Coimbra aftur. Hetta var fjórða málið hjá brasilska álopsspælararanum.

 

Tveir dystir eru í Gundadali í dag. Tann fyrri er nú á middegi, tá ið tað er grannauppgerð millum væl upplagda B36 og AB, sum av álvara stríðist fyri at vera við í kappingini um at flyta upp. Seinni í dag verður aftur grannauppgerð, tá ið botnliðið HB fær vitjan av FC Hoyvík, sum eisini er undir strikuni.

 

Víkingur er topplið, og seinnapartin fær Víkingur vitjan av TB, sum framvegis spælir fyri at vinna uppflyting.

 

FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi, hevur á Vágseiði vitjan av KÍ, sum alt meiri nærkast niðurflytingarstrikuni.

 

 

 

Víkingur – TB: Leivur Zachariassen kl. 15.00

 

HB – FC Hoyvík: Rúni Olsen kl. 17.00

 

B36 – AB: Høgni Madsen kl. 12.15

 

FC Suðuroy – KÍ: Alex Troleis kl. 13.00

 

Hóskvøldið

 

NSÍ – B71 1-1 (1-1)

 

1-0: sjálvmál 12.

 

1-1: Eduardo Coimbra 29.

 

 

 

Víkingur181125462435
B3618972372234
FC Suðuroy18972392534
AB18864361730
B7119766262427
TB18684251626
NSÍ19577283522
184311173815
FC Hoyvík183411143913
HB182412214910

Mynd: B71