Robert Roelofsen, sum 1. juni segði seg úr starvi sum venjari hjá TB, hevur fingið nýtt starv í týskum fótbólti. Hann er í vikuni settur sum hjálparvenjari hjá 1. FC Saarbrücken, ið spælir fjórð bestu deildini.
Les eisini: Effo-venjari sagt seg úr starvi
Tað mundi koma líka óvart á, tá TB undan kappingarárinum setti hálendska Robert Roelofsen sum venjari, sum tá hann 1. juni valdi at gevast sum venjari.
Hann kom til landið við eini ætlan um, at TB skuldi røkka fjórða plássinum og Evropa luttøku. So væl gekk ikki í hond, men TB kom nú bara væl frá byrjan, har serliga verjuparturin stóð seg væl. Hálendingurin hevur fyrr arbeitt saman við høvðusvenjaranum í nýggja felagnum, Dirk Lottner, tá teir báðir vóru í Hansa Rostock.
Sigfríður Skaale Clementsen er settur sum nýggjur vernjari hjá TB.










