TB var betri í fyrra og B36 var betri í seinna hálvleiki (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg taka stutt samanum 3-1 sigurin á TB á útivølli

##med2##

við Stórá í Trongisvági er ein torførur útivøllur, tað slapp B36 eisini at sanna, ið slapp norður aftur við einum 3-1 sigri á TB.

TB - B36 1-3 (1-2)

Michal Przybylski 0-1 (7.)
Poul Ingason 1-1 (30.)
Sonni Ragnar Nattestad 1-2 (41.)
Meinhard E. Olsen 1-3 (48.)

Hóast B36 var á odda 2-1 í steðginum, so heldur høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg, at TB var betra liðið í fyrra hálvleiki. Hann staðfestir, at tað var væl sloppið at vera á odda 2-1, tí TB var betra liðið í fyrra hálvleiki, og kom til fleiri málmøguleikar.

Somikið glaðari var Jákup fyri seinna hálvleik, har hann metir B36 vera tað betra liðið. Í steðginum ráðlegði B36 leistin fyri seinna hálvleik, og tað munaði frá byrjan. Tað gav liðnum ró, at Meinhard E. Olsen økti til 3-1 tíðliga í seinna hálvleiki. Millum tað góða Jákup fegnast um er eisini avrikið hjá Matthias Lamhauge, ið vardi málið hjá B36 í kvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup á Borg. 

(Samrøða: Jákup á Borg)