ÍF ? TB 0 ? 3 (21-25, 22-25, 21-25)
Flogbóltur
kvinnur
TB hevur ikki havt eydnuna við sær hetta kappingarárið. Ímóti Drátti vóru tær frammanfyri 2-0 men lorkaðu alt burtur og taptu. Eisini hava tær tapt tepurt fyri ÍF og Fleyr, og um tað ikki var, so hevði TB verið við í oddastríðnum. Nú liggur liðið á 4. plássi nakað aftanfyri Drátt og Mjølnir.
Í hesum dystinum var liðið hjá TB væl fyri. Spælið gekk væl, og allir leikararnir kempaðu fyri hvønn einasta bólt. Liðið er rættiliga ungt og óroynt, og tí hava mistøkini verið heldur nógv, men í hesum dystinum var av tí fræga við tí.
Álopsspælið er einki at reypa av, tí genturnar eru nakað varnar, tá ið tær skulu smasha, og tí manglar ofta onkur, sum kann avgera álopini. So var eisini í hesum dystinum.
TB langt frammanfyri
TB vísti frá fyrsta bríksli, at hesin dysturin skuldi vinnast. Alt gekk sum eftir ánni, og skjótt var munurin niður til ÍF stórur. Støðan var einaferð 18-8, men ÍF dugir eisini at spæla flogbólt, og nú kom vend í. TB-liðið steðgaði upp, og tað hevur verið gongdin í fleiri dystum. ÍF tók yvir, og skjótt stóð á jøvnum 20-20. Helen á Lakjuni, sum spælir á miðjuni hjá ÍF, fekk tær flestu hevingarnar og vann nógv. Blokkurin hjá TB megnaði ikki at steðga henni, og tí sá út sum um, at ÍF fór at taka settið. Virgar Djurhuus, venjari hjá TB, royndi at eggja sínum leikarum, og tað eydnaðist, tí TB setti ein góðan endaspurt inn, og settið varð vunnið.
Í 2. og 3. setti var TB alla tíðina nøkur stig frammanfyri, men tó var alla tíðina spenningur í. Spælið var nakað deydligt, tí bæði liðini vóru varin í álopsspælinum. TB vísti í hesum dystinum, at liðið nú virkar sum ein eind. Hvør leikari kempar og tekur ábyrgd á seg, og tað hevur manglað fyrr í kappingarárinum. Hjá ÍF er spælið alt ov svingandi. Liðið hevur spælt onkrar heilt góðar dystir, men teir seinastu hava verið undir miðal. Støðan hjá ÍF líkist nógv teirri hjá TB, tí nakrir dystir hava verið javnir, men eru koppaðir skeivan veg. Liðnum manglar sjálvsálit, og tað kemur bara við einum góðum sigri, men tað má bíða til eftir jól. Tá ið kappingin verður tikin upp aftur í januar eru stigini koyrd í helvt, og tað ger, at spenningur aftur kemur í kappingina.