Tvørámenn vunnu ein sannførandi sigur í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. TB vitjaði 07 Vestur vesturi í Vágum, og talan gjørdist um ein knúsandi 5-0 sigur til TB. Støðan í hálvleikinum varð 3-0 til TB.
Martin Tausen legði TB á odda 1-0. Bárður Dimon økti til 2-0, meðan tann bert 17 ára gamli Rógvi Joensen skoraði til 3-0. Ì seinna hálvleiki varð Rógvi Joensen aftur á blettinum, og økti til 4-0. Bárður Dimon staðfesti sigurin hjá TB við sínum seinna málið í dag
TB er fyribils komið upp á 2. plássið í 1. deild við 29 stigum. Hálvleikur er í dystinum millum FC Suðuroy og AB, og har er AB á odda við máli, sum Alex Mellemgaard skeyt aftaná 38 minuttirs spæl.