TB tykist hava fótað sær

2. deild: Aldursforsetin, sum seinnu árini hevur verið saknaður, hevur nú aftur sett kós móti bestu føroysku fótbóltsdeildini

NSÍ?TB 1?2 (0?1)


Hóast tað hevur gingið eitt sindur upp og niður, so tykist TB hava fingið fótafesti í toppinum av næstbestu deildini ? fyribils í hvussu so er. Óli Johannesen hevur styrkt væl um, og nú er Bogi Johannesen eisini komin heim í summarfrí. Hann var allar 90 minuttirnar í Runavík í álopinum saman við Dan Mortensen.

TB kom á odda so at siga beinanvegin. Málskjútti var evnaríki Bárður Dimon, sum eftir gott uppspæl eftir miðásinum smekkaði flatt úr átjan metrum og út í annað síðunetið.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti TB. Eftir hornaspark í vinstru frá André Dalfoss fekk Óli Johannesen við nærra stólpan vinstra fót á. Bólturin fór innfyri málið, har eitt heimabein stýrdi honum inn um strikuna. Sum vit hava skilt tað, so varð málið skrásett at vera sjálvmál.

Tá tað restaði eitt korter minkaði heimaliðið um munin. Dagfinn Olsen umsetti brotsspark til mál. Brotið varð dømt móti Óla Johannesen, sum dómarin metti hevði skumpað ein mótstøðumann í ryggin. Tvørámenn vóru ikki samdir við dómaran.

Síðstu løtuna legði NSÍ eitt støðugt trýst móti TB málinum, men teimum eydnaðist ikki at skora hjá Magna Hentze. Hesa ferð var Óli Johannesen aftastur í verjuni hjá TB. Frammanfyri seg hevði hann Magna Petersen og Andrass Nolsøe, meðan Jón Tórður Holm í 1. hálvleiki var á verjukenda miðvallarplássinum í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki loysti Tórður Mortensen hann av.

NSÍ telist framvegis millum oddaliðini í 2. deild. Men sjálvandi verður tað torført hjá teimum at varðveita ta støðuna, tá felagið eisini er umboðað í bestu deildini. Á Skálafjarðarstevnuni fær NSÍ komandi leygardag vitjan av hinum Suðuroyarliðnum í næstbestu deildini. Royn skal spæla í Runavík leygardagin.

TB man fara at standa seg hampuliga væl í 2. deild. Men tað er týðuligt, at um tað eydnast at flyta upp, so skal liðið styrkjast og hópurin skal gerast breiðari.

Komandi leygardag áttu tað at verið líkindi hjá TB at fingið fulla úrtøku. Tá fáa teir vitjan av KÍ, sum er aftast í 2. deild.


NSÍ?TB 1?2 (0?1)

0?1: Bárður Dimon

0?2: sjálvmál

1?2: Dagfinn Olsen br.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.