TB skal komandi ár spæla í næstbestu deildini. Tað merkir, at felagið nú skal til at sannføra eitt nú liðskiparan, Rógva Joensen, at haldan fram í felagnum. Miðvallarin á U21 landsliðnum hevur ikki sáttmála fyri komandi ár, men TB stríðist fyri at halda upp á hann.
- Rógvi er ungur og skal mennast. Eg kann siga so mikið, at vit royna at fáa hann at halda fram í felagnum, sigur André Dalfoss, formaður í TB.
Tað hevur ljóðað úr Havn, at B36 er millum feløgini, sum eru áhugaði í liðskiparanum hjá TB. Dagarnir hjá Evrard Ble eru helst taldir í B36, umframt at Súni Olsen er farin til Víking. Tí kundi hugsast, at Rógvi Joensen er eitt boð hjá B36.
EB/Streymur leitar somuleiðis eftir styrki á miðvøllinum. Her hava menn sum Karl Løkin, sum framvegis ikki hevur longt sáttmálan við NSÍ, og Evrard Ble verið nevndir millum spælararnar, ið EB/Streymur hevur áhuga á. Her er Rógvi Joensen aftur upplagdur.
Ein annar spælari, sum hevur verið upp á tal í fleiri feløgum í bæði Havn og Eysturoynni, er Ndende. Hann hevur sáttmála við TB, men aftur ger niðurflytingin tað torført at halda upp á hann.
- Um nakar vil hava Ndende, so mugu tey keypa hann leysan úr sáttmálanum, sigur formaðurin í TB, sum fyri kortum legði fram uppskot um, at økja talið av liðnum í bestu deildini, til 12 lið.
André Dalfoss slær tó fast, at Poul Ingason, sum millum annað skoraði fyri U21 landsliðið í ár, verður verandi í felagnum.