Fyri ólavsøku vóru tríggir dystir í 18. umfari. HB vann 2-0 á B36, KÍ vann 2-0 á AB og NSÍ vann 1-0 á Skála. Hesir dystirnir blivu framskundaðir, tí KÍ, B36, HB og NSÍ spæla í Evropa.
Eftir eru TB, Víkingur, EB/Streymur og ÍF. Tað er ikki uttan spenning, at hesi liðini møtast. TB er framvegis ikki leyst av botninum, og Víkingur er farið at bjóða NSÍ av um fjórða plássið. EB/Streymur hevur meldað seg úr botnstríðnum við tveimum sigrum upp í slag, og trimum sigrum í seinastu fimm dystunum. Nú kann blíva áfast við ÍF, sum kemur á vitjan.
TB-Víkingur
Fríggjadagin klokkan 18.30
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjá heimaliðnum bragdaði endiliga, tá TB vann 1-0 á Skála. Tvøramenn hava bara vunnið tveir dystir í landskappingini í ár, og teir hava báðir verið ímóti Skála. Tað kemur væl við, at nýggi serbiski áleyparin, Filip Obadovic, hevur fingið hol á. TB hevur bara skotið tíggju mál, sum er næstminst av øllum.
Gestirnir eru við at finna stevið. Víkingur vann seinast 2-1 á ÍF í Fuglafirði. Avrikið var fyri ein stóran part sannførandi, men tað kom fjáltur á seinastu løtuna. Víkingur verður uttan Boga Reinert Petersen, ið hevur samlað sær sjey gul kort.
Tað verður eisini áhugavert at síggja, um tað kemur nýtt lív í Andreas Lava Olsen, nú hann er úttikin til A-landsliðið.
Liðtíðindi:
TB:
Ikki við: Musah Armah (knæið)
Við aftur: Jens Erik Bruhn (leikbann)
Víkingur:
Ikki við: Bogi Reinert Petersen (leikbann, 7 gul)











