TB boðar í dag frá, at felagið hevur í samráð við Ken Fagerberg valt at ógylda sáttmálan. 31 ára gamli sviin hevur havt tað trupult við skaðum og hevur bara verið á vøllinum í 33 minuttir í hesum kappingarárinum.
- Tvøroyrar Bóltfelag boðar við hesum frá at samstarvið við svian Ken Fagerberg sum leikara í Betri Deildini er endað. Báðir partar vóru samdir um loysnina og felagið ynskir Ken Fagerberg alt tað besta. Fagerberg hevur leikt tveir dystir við TB í ár. Í fjør var hann við í 10 dystum, skrivar tb.fo.
Í hesum tíggju dystunum hevur tað ikki eydnast áleyparanum at skjóta nakað mál. Hann kom til føroyskan fótbólt í 2017, tá hann fór til 07 Vestur. Hann hevur fleiri ferðir víst á, at lívið í Føroyum passar honum væl og at hann trívist væl her.