TB-leikari náddi ikki Smyril

TB mátti vera týdningarmiklan mann fyriuttan, tá ið teir leiktu í Gundadali í dag

Klokkan 14 í Gundadali í dag hittust B36 og TB í fyrsta umfari av steypakappingini. Endin var tann, at B36 vann ein tepran 2-1 sigur. Hjá útiliðnum, TB, var tó ein týdningarmikil maður, ið ikki var við í dag.

 

Talan var um hovbingin, Martin Tausen, sum  hevur byrjað fýra út av 5 dystum í miðverjuni í ár, ið ikki var við. Orsøkin var, at hann ikki náddi Smyril, ið sigldi klokkan 7 í morgun frá Krambatanga. 

 

- Eg var fullgreiður um, at Smyril sigldi klokkan 7, hetta høvdu venjarar okkara, Páll Guðlaugsson og Karl Øster, fleiri ferðir sagt við okkum. Men tíverri forsvav eg meg, og so var onki at gera. Liðfelagi mín, Eirikur M. Ellendersen, ringdi til mín 5 minuttir yvir 7, og tá var Smyril á veg ígjøgnum fjørðin. Eg taki fulla ábyrgd fyri hetta, og vónandi hendir tað seg ongantíð aftur, sigur ein harmur Martin Tausen við in.fo í kvøld. 

 

Í fjør hendi tað seg eisini einaferð, at TB manglaði fólk, tá ið teir leiktu á útivølli í næstbestu deildini. Til útidyst ímóti KÍ, 25. apríl í fjør, vóru einans 12 leikarar við, tí at tveir ikki náddu bátin. 

 

Tó skal eisini nevnast, at tað fleiri ferðir er komið fyri hjá liðum, ið skuldu til Suðuroyar at spæla, at leikarar eru komnir ov seint til Smyril. Til dømis hevði næstbesta liðið hjá B36 bert 10 leikarar við, tá ið teir skuldu spæla við Stórá ímóti TB 12. apríl í fjør.