TB: Leigan av Meinhardti longd

Leigan av Meinhardti Joensen er longd við tveimum dystum

TB hevur leigað Meinhardt Joensen, eftir at Frederik Mehder fekk ein heilaskjálvta í dystinum móti KÍ í 2. umfari. Danski málverjin var meldaður klárur aftur til dystin móti ÍF, men í Trongisvági verður sagt, at hann ikki er heilt til reiðar enn.

- Hóast vit skrivaðu, at til dystin ímóti ÍF skuldi Frederik Mehder aftur í málið, so er hann framvegis darvaður av skaðanum eftir KÍ dystin, tá ein ikki serliga umhugsin KÍ’ari endar við at sparka okkara málmann beint í høvdið. Meinhardt Joensen hevur verið ein dyggur stuðul og leigan av honum er nú longd til komandi tveir dystirnar, skrivar tb.fo.

TB skal komandi tveir dystirnar spæla móti ÍF og Skála. Hetta eru týðandi dystir fyri TB, sum bara hevur fingið eitt stig higartil. Tað verður tó uttan Ken Fagerberg, sum í dag er leysgivin úr sáttmálanum við TB.