Nú hava fótbóltsfeløgini fingið uppskot frá FSF um, hvussu kappingarnar í fremstu deildunum ætlast at vera í 2023.
Nýggj feløg í bestu deildini eru ÍF og TB. Felags fyri tey er, at tey í fyrsta umfari fara at spæla á útivølli. TB er sett at leggja fyri á útivølli ímóti meistarunum í Klaksvík, og ÍF er sett at leggja fyri í Sørvági.
Sambært uppskotinum, so verður spælt soleiðis í fyrsta umfari, sum verður leygardagin 4. mars og sunnudagin 5. mars:
Leygardagin 4. mars:
07 Vestur – ÍF
Sunnudagin 5. mars:
KÍ – TB
HB – B68
Víkingur – B36
EB/Streymur – AB
Í 27. og síðsta umfari, sum er sett at vera leygardagin 28. oktober, sigur skráin, at FM vinnarin í ár, KÍ, fer at fáa vitjan av Víkingi, sum í landskappingini í ár endaði næstfremst, og sum í steypafinaluni vann ímóti KÍ.
Tá ætlast skráin at vera henda:
KÍ – Víkingur
EB/Streymur – HB
ÍF – B68
AB – B36
07 Vestur – TB
FSF skrivar soleiðis:
Til 2/1-2022 á middegi er møguligt hjá feløgunum at býta um heima- ella útidystir, og seta fram ynski, um at flyta dystir í løgdu skránni.
Fyri at flyta dystir, verður víst til skjalið "flytan av dystum", sum liggur á heimasíðu FSF's, síðani skal kappingarnevndin taka støðu til, um flytingin kann góðkennast ella ikki.