TB í klønum tráði

Síðstu tveir dystirnar skal TB fáa fýra stig, samstundis sum KÍ einki fær, og tá mótstøðan er HB úti og Víkingur heima, ger tað ikki júst útlitini betri fyri, at TB skal hóra undan og yvirliva í bestu deildini

At KÍ vann á Argjum leygarkvøldið, fer allarhelst at hava avgerandi týdning fyri, hvør flytur niður og ikki í ár, tá tað samstundis í gjár bleiv ein sannroynd, at TB ikki megnaði at fáa stig ímóti B36. Trý stig eru millum tey bæði gomlu feløgini, men av tí at málúrtøkan hjá KÍ er 16 mál frægari, er ikki nóg mikið hjá TB bara at fáa trý stig.
Sostatt eru líkindini ikki av teimum bestu hjá Suðuroynni, ið allarhelst næsta ár stendur við ongum liði í Effodeildini. Tað er í sjálvum sær spell, men ikki er so nógv at gera við tað, nú tingini altso hava lagað seg soleiðis, at niðurflytingin næstan er blivin ein veruleiki.
Men hóast tað sæð uttanífrá kann síggja nokk so dapurt út hjá TB, so livir vónin enn um at klára tað og fáa enn eitt ár millum tíggju tey bestu liðini:
– Tað er eingin orsøk til at síggja ringt upp á tað, tí ein dystur er ein dystur og tað eru ellivu ímóti ellivu. Her eru seks stig eftir at spæla um, og vit hava trý stig upp til KÍ, so vit vilja sjálvandi gera alt fyri at kunna spæla Effo-fótbólt næsta ár, sigur liðformaðurin hjá TB, Rógvi Joensen.
– Vit høvdu eina avtalu um, hvussu vit skuldu gera, at vit skuldu lata teir spæla har afturi. Men teir fingu tvey nokk so keðilig mál, har annað er eitt kiks har afturi hjá okkum og hitt kom beint fyri steðgin. Vit svaraðu aftur stutt inn í seinna hálvleik og høvdu ov mikið av tíð til bæði at javna og fara framum, men tað gekk ikki.

Málini í Gundadali
Í fyrra hálvleiki hevði B36 munandi meira spæl og nógv fleiri kjansir, so einki var at siga til, at vertirnir komu framum og eisini høvdu leiðsluna, tá fyrstu trý korter vóru farin. Hóast yvirvágin dovnaði eitt sindur í seinni helvt av fyrra hálvleiki, tá TB eisini tók seg alsamt meira fram, var tað framvegis B36, sum hevði tamarhald á tí mesta.
Fyrra málið kom eftir 18 minuttir, tá Súni Olsen setti ferð á frameftir í høgru síðu og síðani sendi væl innfyri, har TB-veteranurin Óli Johannesen var so óheppin at glíða og enntá fáa armin á bóltin, og so var Adeshina Lawal púra kaldur fyri málinum og sópaði bóltin inn til 1-0.
Undan hesum hevði B36 havt tveir rættiliga stórar málmøguleikar, men royndirnar fóru hvør sínu megin málið, og somu lagnu fekk einasta ítøkiliga royndin hjá TB. Men í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fekk Lukasz Cieslewicz eina góða sending úr høgru frá Súna Olsen, og Lukasz setti ferð á frameftir í vinstru síðu, til hann fáar metrar úr málinum og næstan frá baklinjuni smekkaði hart inn fyri málið. Ivan Stojkovic í TB-málinum tveitti seg fyri, men var óheppin at fáa bóltin undir seg og í albogan og inn, so B36 nú brádliga var á odda 2-0.
Hetta kravdi sjálvandi av TB, at annað lag skuldi fáast á spælið eftir steðgin, og tað sá eisini øgiliga ljóst út, tá tað eftir ein deyðbólt endaði við, at Óli Johannesen fekk skallað inn fyri málið, har Ragnar Tausen kundi seta pannuna á og minkað um munin tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Nú var ein møguleiki fyri spenningi, tí fekk TB eitt mál aftrat, kundi hvat sum helst henda, og onkuntíð var tað eisini nær við.

Brendi brotsspark
Men í staðin var tað B36, sum fekk tann allarstørsta møguleikan, tá smáspæl í einum álopi endaði við, at Rasmus Dan Sørensen rann ígjøgnum, men bleiv krøktur, so hann fór um koll. Brotsspark til B36 og reytt kort til Óla Johannesen, men gestirnir sluppu við restini av skrekkinum, tá Súni Olsen skjeyt so uttarlaga frá 11 metra blettinum, at hann rakti stongina. Ivan Stojkovic, sum vikuna frammanundan tók brotsspark hjá AB, fór forrestin rættan veg í fullari longd og hevði kanska bjargað, um bólturin var innan fyri stongina…
Restina av dystinum bylgjaði tað aftur og fram, og hóast tvøramenninir vóru ein í minniluta, stríddust teir so væl fyri sakini, at álopsspælið var munandi betri enn frammanundan, tá teir vóru ellivu á vøllinum. Onkursvegna sprellaði B36 ikki so nógv, so tí fekk umskipaða verjan hjá TB frið, so pláss gavst fyri meira spæli frameftir. Men einki kom burtúrúr, so tað endaði 2-1 til B36, ið hevur onnur mál fyri sínum síðstu dystum í ár.
– Vit trúgva 100 prosent upp á tað enn, at vit náa europeiskan fótbólt næsta ár, og málsetningurin er framvegis tann sami hjá okkum. Vit hava útidystir ímóti EB/Streymi og ÍF eftir, og tað eru lið, vit kappast ímóti um at faa pláss í Europa, so vit mugu bara fokusera uppá at gera okkara og so síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur B36-miðvallarin, Høgni Midjord.