Útbúgvingarstørv til at gerast kommunulækni

Avgjørt er at lýsa leys nøkur størv til útbúgving í almennum medisini, sum serlæknaútbúgvingin til kommunulækna verður nevnd. Hendan útbúgvingin er skipað soleiðis, at fyrsti liðurin er ein introduktiónstíð, har arbeitt verður hjá kommunulækna í eitt hálvt ella eitt heilt ár, alt eftir førleikunum hjá teimum, sum sett verða.

Læknar, sum hava hesa introduktiónstíð, kunnu søkja høvuðsútbúgvingarstarv, sum tekur 4½ ár. Hetta er skipað soleiðis, at fyrst verður arbeitt hálvt ár hjá kommunulækna. Síðani verður arbeitt 2½ ár á sjúkrahúsi, har starvast skal á medisinska deplinum, eisini á barnadeild; skurðdeplinum, eisini á gynækologisk/obstetriska økinum og á psykiatriska deplinum. Í endanum av útbúgvingini skal læknin síðani aftur út til kommunulækna í 1 ½ ár. Samstundis, sum arbeitt verður, er ein røð av kravdum skeiðum, sum læknin skal taka.

Tey størv, sum nú verða lýst leys, eru tvey introduktiónsstørv at byrja ávikavist 1. november 2009 og 1. mars 2010, harumframt eitt høvuðsútbúgvingarstarv at byrja 1. mars 2010.

Í februar gjørdist ein lækni liðugur við serútbúgving í almennum medisini í Føroyum og 31. august verður ein lækni afturat liðugur. Harumframt eru nú 6 aðrir læknar í útbúgvingarstarvi í Føroyum til at gerast serlæknar í almennum medisini, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.