Útbúgving, útbúgving og útbúgving

:)

Útbúgving og gransking verður tað týdningarmesta økið fyri at skapa eitt sjálvstøðugt føroyskt vælferðarsamfelag. Og tað fer at áliggja føroyskum politikarum at tryggja útbúgvingarmøguleikar fyri øll ? ikki bara í Føroyum og í Danmark, men eisini í Evropa og aðrastaðni í heimi.


Ofta verður sagt, at føroyskt fullveldi bara er ein hamur vit fara í, og so liggja vit einsamøll mitt í havinum og rópa okkum føroyingar. At tað bara er forfeingiligheit o.s.fr.

Tað er ein stór misskiljing.

Fullveldi merkir, at vit sjálvi taka ábyrgdina av øllum okkara viðurskiftum og at vit verða javntsett við aðrar tjóðir og onnur lond. Tað merkir, at vit skulu brúka alla orku uppá, at byggja egnar skipanir upp á øllum økjum, og at vit noyðast at samstarva nógv meira við londini og heimin rundanum okkum. Vit skulu sjálvi skapa okkum eitt gott vælferðarsamfelag - og tað krevur nógv av okkum.

Fullveldi er ein politisk avgerð um at skapa einar sjálvbjargnar Føroyar og at taka ábyrgdina av loysa okkara trupulleikar. Tað er ein byrjan til eina gongd, sum ongantíð endar. Har vit ikki kunnu rokna við, at onkur annar skal stingaframtíðarmøguleikarnar út í kortið.

Tí er alneyðugt, at vit brúka politisku orkuna uppá at viðgera, hvussu eitt sjálvstøðugt, føroyskt vælferðarsamfelag skal menna seg, og hvussu vit loysa tær stóru avbjóðingarnar.


Ein føroyskur útbúgvingarpolitikkur

Landsstýrið hevur ásannað, at útbúgving og gransking eru tey mest týdningarmiklu økini fyri, at føroyingar í komandi øldum skulu menna seg og gerast ein sjálvstøðug og sjálvbjargin tjóð, sum kann samstarva við aðrar tjóðir í einum heimi, sum gerst alt meiri tengdur saman.

Tí hevur ein partur av fullveldisætlanini verið at gera uppskot til ein sjálvstøðugan føroyskan útbúgvingarpolitikk Ein nevnd lat eitt álit úr hondum í fjør, sum eitur "Føroyskur førleiki". Álitið viðger møguleikarnar og avbjóðingarnar líka frá dagrøkt og fólkaskúla til hægri útbúgving og gransking og leggur dent á, hvat krevst til at skapa ein sjálvstøðugan føroyskan útbúgvingarpolitikk. Hetta er fyrstu ferð tað er gjørt, og har eru nógv tilmæli.


Føroyskar hægri útbúgvingar

Fyrst og fremst skal komandi árini setast nógv meiri orka av til útbúgving og gransking í Føroyum og til okkara samstarv um hetta við onnur lond:

Hetta skal gerast við at samskipa alt skúlaverkið í Føroyum í eitt vitanarnet. At fáa størri samstarv millum útbúgving, gransking og vinnulív er ein høvuðslykilin. At kunna taka partar av hægri útbúgvingum í Føroyum og at granska í Føroyum ein annar. Tað mest ítøkiliga fyrstu árini verður økt útbúgving innan kunningartøkni, samfelagsvísindi, løgfrøði og bioteknologi.

Vit skulu eisini bjóða øðrum tjóðum at útbúgva seg hjá okkum, og føroyingar fara altíð at taka tær flestu hægri ella útbúgvingar í øðrum londum. Tað er eisini ynskiligt. Tað gevur okkum vitan og íblástur.


Altjóða skrivstova

At menna føroyska útbúgving og gransking skal gerast við at taka lut í altjóða granskingarætlanum og at gera avtalur við onnur lond og útbúgvingarstovnar um útbúgvingar. Í ár verður sett á stovn ein altjóða skrivstova á Fróðskaparsetrinum, sum skal umsita avtalur við onnur lond og geva øllum vegleiðing um, hvørjir útbúgvingarmøguleikar og hvørjar avtalur eru galdandi. Hetta verður gjørt í neyvum samstarvi við lestrarvegleiðararnar á miðnámsskúlunum.


Lestrarmøguleikar og útbúgvingarstuðul

Landsstýrið hevur lagt upp til eina skipan millum Føroyar og Danmark, har føroyingar og danir hava somu rættindir í londunum hjá hvørjum øðrum. Hetta merkir, at útbúgvingarmøguleikarnir hjá føroyingum í Danmark verða teir somu sum nú, og at danir á sama hátt kunnu útbúgva seg í Føroyum. Ein slík skipan (sum íslendingar høvdu frá 1918-1944) merkir eisini, at føroyingar kunnu søkja SU og annað á sama hátt sum í dag.

Lestrarstuðulin til føroyingar, ið fara út at lesa, skal verða á á minst sama støði, sum í dag. ÚSUN skipanin, ið veitir studning til lesandi uttanfyri Norðurlond skal útbyggjast soleiðis, at vit sjálvi fíggja alt ? eisini um danska stjórnin ynskir, at føroyingar skulu fáa føroyskan studning heldur enn SU. Harafturat fara Føroyar at gerast partur av teimum norðurlendsku avtalunum um útbúgving, har allir norðurlendingar kunnu lesa í londunum hjá hvørjum øðrum ? og har kunnu Føroyar fáa somu støðu sum Ísland, ið ikki rindar fyri hetta til hini londini.

Landsstýrið arbeiðir fyri at gera útbúgvingaravtalur við ES og onnur lond, so fleiri møguleikar verða í at velja ? og har tað verða føroyskir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av útbúgvingarmøguleikunum hjá okkara ungdómi.


Avbjóðingin er altjóðagerðin

At vit sjálvi taka ábyrgdina av allari okkara útbúgvingarskipan er ein stór avbjóðing. Landsstýrið vónar, at vit í samráðingunum við donsku stjórnina um ein nýggjan sáttmála fáa tryggjað greiðar reglur, so ongin skal kenna tað sum eitt afturstig, men heldur eitt framstig.

Tí útbúgving er ikki nakað danskt-føroyskt fyribrigdi. Hon fer um øll landamørk, og er ein líka stór avbjóðing fyri allar aðrar smáar tjóðir eins og fyri føroyingar.

Tey eftirhondini fortugdu orðini um globalisering, kunningarsamfelag og lívslanga útbúgving, gera tað møguligt at vera heimsborgari í Thule og á Papa Ný Guyinea ? og í Æðuvík. Tey gera tað eisini møguligt at missa seg sjálvan burtur í tí floyminum av fjaldarmentan, sum skolar innyvir okkum. Har vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.


Vit hava góðar fortreytir

Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.

Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.

Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.

Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.

Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.

Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum