Útbúgva nú fiskiídnaðin í Norðoyggjum

Fiskiídnaðurin í Norðoyggjum hevur heitt á lærarar á tekniska studentaskúlanum í Klaksvík um at útbúgva starvsfólkið innan fiskiídnaðin

Fiskivinnan í Norðoyggjum ásannar, at betri útbúgving av starvsfólkinum bøtir um trivanðin, at trivnaðurin eggjar, og at hetta tilsamans ávirkar lønsemi í vinnuni rættan veg. Tí hava fleiri virkir tikið seg saman og heitt á lærarar í tekniska studentaskúlanum í Klaksvík, um at leggja eina útbúgving ,til rættis, ið hóskar øllum starvsfólkunum í fiskiídnaðinum á landi, bæði høgum og lágum.


Verklig undirvísing

Ymsikt er, hvørjar fyritreytir tey nógvu ymisku fólkini í fiskiídnaðinum á landi hava at fara á skeið saman. Nøkur eru kanska framleiðslu- ella sølustjórar við høgari útbúgving, meðan onnur eru vanlig arbeiðsfólk, ið bert hava vanliga skúlagongd. Tí meta lærararnir, ið hava arbeitt við at leggja skeiðið til rættis, tað vera eina stóra uppgávu at gera undirvísingartilfar, ið ger tað áhugavert fyri allar partar at luttaka í undirvísingini.

Fyrireikararnir hava síðani seinasta heyst arbeitt við at leggja undirvísingartilfar til rættis, og vænta tey, at klárt verður at fara í gongd eftir páskir. Talan er jú um eina nýggja útbúgving, ið ikki er roynd áður í Føroyum, og tí mugu tey leggja alt undirvísingartilfarið til rættis sjálvi.

Fyri at undirvísingin skal vera spennandi, bæði fyri tey við styttri og longri skúlagongd, hava fyrireikararnir avgjørt at gera hana so verkliga og myndaliga sum gjørligt. Ætlanin er ikki, at lærast skal ein rúgva av ástøði, við at lesa eina rúgvu av skrivligum tilfari, men heldur gjøgnum verkligar royndir og myndaligt tilfar.


Økir um skjótleika

og góðsku

Christina Nolsøe og Pól Laksáfoss, ið eru millum tey, ið staðið hava fyri fyrireikingunum til skeiðið, siga, at útbúgvingin av fólkinum í fiskiídnaðinum ger, at tey betur skilja sína støðu og týdning teirra sum eitt lið av einari størri framleiðslueind. Fólkið fer at skilja sítt pláss í tí stóra samanhanginum, og tí fara tey at leggja seg meira eftir at gera arbeiðið gott. Hetta eru tey sannførd um, fer at geva eitt betri lutfall millum úrtøku, skjótleika og góðsu, og mennir hetta sjálvsagt fiskivinnuna.


Samskifti ein

týðandi partur

Fyrireikararnir av skeiðinum fyri fiskiídnaðin í Norðoyggjum halda ikki, at nóg mikið er at skilja sítt pláss í stóru tøkniligu framleiðslueindini. Tey meta samskifti millum ymisku framleiðsluliðini vera av eins stórum týdningi, og leggja tey tískil eisini stóran dent á, at læra skeiðluttakararnar, hvussu stóran týdning samskifti hevur á einum arbeiðsplássi. Lagdur verður nevniliga dentur á felags vitan, samskifti og felags mál.


Øll á virkjunum luttaka

Fyri at fáa sum mest burturúr, er avgjørt, at øll starvsfólkini á virkjunum skulu luttaka á skeiðunum. Ætlanin er eisini, at feriuavloysararnir skulu luttaka, fyri at arbeiðsgongdin ikki skal verða darvað um summarið. Men eitt fiskavirki kann ikki steingja í nakrar dagar, tí starvsfólkið er á skeið. Tí er avgjørt, at skeiðið skal hava meira enn 14 luttakarar í senn. Hesir skulu so vera 4 tímar 1 ferð um vikuna í 5 vikur á skeið.

Um tey fyrstu skeiðini sýnast at eydnast væl, verður kanska farið at taka fleiri inn til hvørt skeið, siga fyrireikararnir. Talan er um eini 300 fólk, ið skulu á skeiðið tilsamans.


Glaðir fyri stigtakanina

Lærararnir á Tekniska studentaskúlanum eru sera glaðir fyri, at fiskiídnaðurin í Norðoyggjum hevur tikið stig til at fáa skúlan at hjálpa til at hækka vitannarstøðið í fiskivinnuni. Tey halda tað vera gott, at skúlin kann liggja á markinum millum ein granskingarstovn og ein skúla, og meta hann vera eitt gott stað at savna kunnleika.

Lærararnir gleða seg somuleiðis at taka ímóti fyrstu næmingunum frá fiskiídnaðinum eftir páskir.