TB er aftur komið á rætta rók

Sofus Laðanberg, formaður í TB, og Sverri Midjord, næstformaður í ÍSF, fegnaðust í røðum sínum um, at TB nú aftur er á ovastu rók í føroyskum ítróttarhøpi

Fegnir tvøramenn

Tvørámenn ganga við brattari bringu í hesum døgum. Fyri fyrstu ferð síðani TB vann Føroyameistaraheitið í fótbólti í 1987, hevur felagið vunnið eitt steyp í bestu deildini í eini ítróttargrein, og tað eru tey errin um í býnum, sum hevur so stoltar traditiónir í ítróttarhøpi.
At gullið skuldi enda á Tvøroyri í ár, kundi ikki verið betri valt, tí júst í ár eru liðin 110 ár síðani TB varð stovnað og samstundis eru liðin 20 ár síðani høllin í Trongisvági varð tikin í nýtslu.
Júst hetta nevndi næstformaðurin í ÍSF, Sverri Midjord, sum samstundis helst er kendasti ítróttarmaður Tvøroyri nakrantíð hevur átt. Hann segði, at tað sum hendi var størsta ítróttarhending síðani høllin var tikin í nýtslu.
- Tað er ein góð markering av, at tað eru 20 ár síðani høllin alment varð tikin í brúk.
Sverri vísti eisini á týdningin sum meistaraheitið ? og greipan ? hevur fyri býin. Allur býurin fegnast um at tey eiga so virknan ungdóm og at tey stuðla ungdóminum í tí hann ger. ? Hesin stuðul ger tað møguligt at røkka teimum úrslitum tit hava rokkið í dag og tí takka vit teimum fyri.
Sverri nært eisini við, at tað í ár eru liðin 110 ár síðani TB varð stovnað. Í nógv harrans ár snúði tað seg bara um fótbólt, men seinnu árini er flogbólturin eisini lagdur afturat, og nú næstan á 110 ára føðingardegnum ? hann er tann 13. mai ? hátíðarheldur felagið, at kvinnurnar eru vornar meistarar.
- Tit hava við tykkara bragdið í dag sett TB, og harvið Tvøroyri, aftur á ovastu ítróttarligu rók, segði Sverri Midjord.
Sofus Laðanberg, formaður í TB, staðfesti, at tað hava verið nógvar glæsiligar løtur á Tvøroyri, men at løtan, tá TB sunnudagin gjørdist Føroyameistari í flogbólti, var ein av teimum stóru.
- Enn einaferð hava tit sett Tvøroyri í Fokus. At hesi úrslit eru fingin til vega kemur av áhuga og góðari leiðslu ? øðrum feløgum til fyrimyndar. Sum formaður TB?s er tað mær ein stórur heiður at heilsa tykkum. Gullið er tykkara, heiðurin er tykkara men æruna eigur Tvøroyri, segði ein errin Sofus Laðanberg, formaður í TB.
Og hann hevur sanniliga nakað at vera errin av. Seinasta árið hevur nevniliga verið nakað heilt serligt fyri TB. Eftir meira ella minni at hava ligið í dvala í nógv ár, vaknaði fótbóltsliðið við aftur móti endanum av kappingarárinum í fjør, og tá avtornaði hevði liðið vunnið aðru deild og harvið rætt til at leika í bestu deildini í ár.
Nú, bert hálvt ár seinni, stendur formaðurin aftur við pappíri í hondini og heldur røðu, tí TB hevur vunnið, og bara innan fyri tvær vikur, hava flogbóltskvinnurnar vunnið steypakapping og Føroyameistaraheitið. Jú, tey hava sanniliga nakað at fegnast um á Tvøroyri ...