TB er á veg vestur í Vágar

Toppdysturin hesa ferð verður í Sandavági, har 07Vestur fær vitjan av TB, sum hevur fulla úrtøku

11. umfar í 1. deild í fótbólti er á skránni hesa ferð. Fyrsti dysturin varð spældur longu í gjárkvøldið, tá ið B36 hevði vitjan av EB/Streymi. Úrslitið var 3-3. Harvið hevur TB seinnapartin møgleika at økja uppaftur meiri um munin aftur til næstfremsta liðið. Undan hesum umfarinum var B36 á 2. plássi við 21 stigum ella níggju færri enn TB.

Seinnapartin skulu tvøramenn spæla á útivølli ímóti 07Vestur, sum saman við FC Suðuroy hevur 16 stig. Í 2. umfari var úrslitið 3-0 til heimaliðið, tá ið hesi bæði liðini hittust í Trongisvági.

FC Suðuroy eigur heimavøll í dag. Mótstøðuliðið er KÍ, sum í 2. umfari tapti 2-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Sigursmálið varð skorað í síðsta minutti.

Tvær grannauppgerðir eru í dag: HB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, fær vitjan av AB, og Víkingur fær vitjan av NSÍ.

 

11. umfar   

Í gjár

B36-EB/Streymur 3-3

Í dag

Víkingur-NSÍ: Rúni Gaarbo kl. 13.00

HB-AB: Vinjard Dam kl. 16.00

07Vestur-TB: Alex Troleis kl. 15.00

FC Suðuroy-KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.15