TB dragnaði í toppinum

Fjarstøðan millum toppliðið í næstbestu deildini, VB/Sumba, og næsta kappingarneytan, er tann sama, sum hon var undan vikuskiftinum.

Men eftir dagsins umfar er B71 einsamalt á næstfremsta plássinum. At HB vann á heimavølli ímóti TB ber við sær, at hesi bæði liðini eru stavn um stavn á triðja plássi.

Í botnum eru skálamenn við at fáa um endan, eftir at tað leingi hevur sæð svart út. Stórsigurin á MB ber við sær, at Skála nú bara er tvey stig aftanfyri Víking og trý stig aftanfyri NSÍ og FC Hoyvík.

Grannaujppgerð skuldi havt verið við Løkin í Runavík millum NSÍ og Víking, men tann dysturin varð útsettur.

 

VB/Sumba-B71 1-1

HB-TB 3-2

Skála-MB 5-1

B68-FC Hoyvík 4-3

NSÍ-Víkingur útsettur

 

VB/Sumba 44

B71 39

TB og HB 38

B68 31

NSÍ og FC Hoyvík 28

Víkingur 27

Skála 25

MB 8