TB a smeyg sær upp á annað pláss

Flogóltur, kvinnur: Eftir at hava ligið í tyngra endanum hevur TB a sníkt seg upp á annað pláss. Tær vunnu týdningarmikla dystin móti Drátti á Giljanesi í vikuskiftinum. TB vann 3-1

Dráttur - TB a 1-3

(15-5, 8-15, 9-15, 4-15)


Sunnudagin eydnaðist tað TB at vinna á Drátti í høllini á Giljanesi, og á tann hátt at sníkja seg upp á annaðpláss í kappingini. Við sigrinum sunnudagin hevur TB a tryggjað seg, so at tær í minsta lagi fáa bronsumerkini. Fleyr hevur ein dyst eftir, og vinna tær hann so fara tær framum TB a, men tapa tær dystin, sum er móti Drátti, so verður tað eftir øllum at døma Dráttur, sum verður nummar trý, meðan Fleyr gerst nummar fýra.

Tað var Dráttur, sum legði harðast fyri á Giljanesi sunnudagin. Tær vunnu fyrsta sett rættiliga greitt og tað var heilt einfalt tí tær løgdu meira fyri.

Tær gjørdu skjótt av og við skjótum og neyvum spæli vunnu tær fyrsta sett 15-5.

Í øðrum setti vaknaði TB av álvara. Tær settu seg fullkomiliga á dystin og vístu tað spælið, sum tær duga so væl. Skjótt og kontant álopsspæl, sum ger verjuspælið hjá hinum partinum trupult.

Tað var eisini á henda hátt, at tær fingu fatur á vágagentunum aftur. Skil kom á álopsspælið og verjan hjá Drátti megnaði ikki at standa ímóti trýstinum. Verjuspælið hjá TB byrjaði eisini at virka eftir vild, og tískil fekk Dráttur lítið burtur úr álopsspælinum.

TBa vann øll tey trý næstu settini. Annað sett vunnu tær 15-8, triðja sett 15-9 og fjórða sett vunnu tær 15-5.