Í Leirvík er nógv arbeiði. Har eru trý virki, sum arbeiða fisk, umframt IRF, sum eftirhondini hevur fleiri fólk í arbeiði. Í bygdunum uttan um og í Eysturoynni sum heild, er eisini nógv arbeiði, og tí kemur onkrum virki at vanta arbeiðsmegi.
Og soleiðis er á Tavuni í Leirvík, sum er best kent sum gulllaksavirki.- Vit hava lýst í bløðunum eftir fólki. Tað gjørdu vit eisini í fjør, men tað er
trupult at fáa fólk, sigur Jóan Magnus Rasmussen og vísir á, at hann kundi hugsað sær, at tey vóru eini 10-15 fólk fleiri.
Arbeiða upsa
Vanliga gulllaksasesongin er frá síðst í apríl til síðst í september, men í fjør var sesongin nakað longri.
- Okkara síðsti gulllaksadagur var, 17. oktober. Síðan lótu vit arbeiðsfólkið hava frí í eina viku, tí vit høvdu onga summarfrítíð havt. Vit byrjaðu aftur við upsa, 29. oktober, og síðani tá hava vit bara arbeitt upsa, sum verður virkaður til portiónir.
Jóan Magnus sigur, at tá ið tey arbeiða gulllaks, verður arbeitt alt samdøgnið.
- Tá arbeiða vit við trimum vaktum alla sesongina í seks dagar um vikuna.Onkur dagur dettur burtur ímillum, men teir eru ikki nógvir. Nú vit arbeiða upsa, arbeiða vit í tveimum vaktum.
Á Tavuni arbeiða eini 60-70 fólk.
Besta árið í nøgd
Í gulllaksasesongini fær Tavan fisk frá fýra trolarum; Stjørnuni, Polarhavi, Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Hesi skip eru tá burtur av á gulllaksaveiði.
Polarhav og Stjørnan hava roynt eftir gulllaksi í fleiri ár, og tað eru eisini nøkur ár, síðan Eysturbúgvin og Vesturbúgvin byrjaðu at fiska gulllaks og landa fast til virkið í Leirvík.
Árið 2001 var besta árið í nøgd hjá Tavuni; tá tók virkið ímóti 8.250 tonsum. Í ár 2000 var nøgdin 6.300 tons og í 1999 4.600 tons. 1998 var eisini eitt gott ár í nøgd; tá keypti Tavan yvir 6.000 tons av gulllaksi.
- Allur gulllaksurin verður virkaður til fars, og úrtøkan er umleið ein triðingur av ráfiskavektini.
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at fiskurin er góður alla vertíðina.
- Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at nakar serligur munur er á fiskinum gjøgnumsesongina, men á onkrum túri kann fiskurin verða eitt sindur verri enn annars, sigur hann.
Gulllaksur er yvirhøvur feitur og góður fiskur.
Tey, sum arbeiða á Tavuni, eru fyrst og fremst úr Leirvík og bygdunum uttan um, Fuglafirði og Gøtu. Onkur er úr Klaksvík og onkur úr Havn.
Meginparturin av rávøruni verður keyptur beinleiðis frá skipunum, men Tavan keypir eisini nakað um uppboðssøluna.