Tavavist

Málstrikan

Ein møblahandil lýsir í sjónvarpinum, at “vit hava heilt víst okkurt til tín”. Tað skulu tey hava lov til, hóast hetta er skeivt. At vera vísur og at vera vissur er hvørt sítt. Tey flestu munnu kenna ein vissan vísmann, sum æt Salomon. Hesin kvinnukæri kongurin verður sagdur at vera høvundur at tí besta í Gamla Testamenti, og tí fær hann ofta tilnavnið Tann Vísi. At vera vísur er at vera klókur - sagt eitt sindur hátíðarliga, í hækkaðum stíli. Men at vera vissur er at vera sikkur. “Tað er tann vissi deyði at fara út í hesum veðrinum”, kundi onkur siga. Ella tá ið tað frættist, at tvey vóru farin at ganga saman, so søgdu fólk um tey, at “tey eru púra viss”. ‘Vísur’ hevur eisini ein annan týdning: tað kann sigast um lykilin, at “hann lá púra vísur á hillini” - tað vil siga, at hann kundi síggjast av øllum undir normalum umstøðum. Tankin aftanfyri man vera, at lykilin “vísir seg” fyri øllum.

‘Vist’ í týdninginum ‘sikkurt’ er so inngrógvið, at tað er blivið partur av málsins idiomatiska stoffi: vist og satt, eg havi hoyrt fyri vist, at hann kemur í morgin, tavavist.

Tá ið nú so stórur avstandur er millum vist og víst, so má tað undra, at hesi bæði orðini so ofta verða blandað. Tað mátti verið betur fyri alla skriving, at meiningin var klár. Vit hava nokk av missforstáilsum. Tað er ikki neyðugt at gera fleiri. Vit kunnu bara hyggja í orðabøkurnar: Svabo (1773) sigur um navnorðið ‘vissa’: vished, certitudo; um lýsingarorðið ‘vissur’: vis, certus. Um lýsingarorðið ‘vujsur’ sigur hann: klog, sapiens, prudens, god at finde igjen, lige for Øjnene. Chr. Matras og M. A. Jacobsen (1928) siga um ‘vissur’: bestemt, aftalt, fastlagt, fastsat, sikker, vis. Um ‘vísur’ siga teir: 1) vidende (om), underrettet, 2) vis, forstandig, 3) som er lige for øjnene, nem at finde, el. opdage. Í tí stóru Føroysku Orðabókini (1995) verður “han sagde helt sikkert, at...” umsett til: “hann segði fyri vist, at ...”. Men seinni finna vit tann feilin, at “det er sikkert og vist” verður umsett til “tað er víst og satt”. Soleiðis siga fólk ikki. Vit siga: tað er vist og satt, ella tað er satt og vist. Vit standa altso eisini her fyri valinum millum fólksins mál og orðabókina. Er føroyskt tað, sum føroyingar siga, ella tað, sum føroyingar áttu at sagt....?

Hasin feilurin hjá møblasøluni er so sjónskur og vísur, at lætt skuldi verið at rættað hann. Tá ið fólk keypa møblar, so vilja tey ikki hava, at feilir eru í. Tað er púra vist. Nú tá inflatión er farin í tín orka, títt ferðasamband til útheimin osv. osv., so kundi møblasølan skrúvað fólkaligheitina eitt sindur upp og sagt: “Vit hava heilt vist okkurt til tygara”. Tað hevði verið sonn málslig vistfrøði. (MF)