Nú um dagarnar arbeiða tey í Knetthúsinum í Leirvík við at pakka jólasild. Hetta er eitt samstarv millum Tavuna og PrimaFisk í Leirvík sum ger, at føroyingar nú kunnu fáa føroyska sild til jólar.
Tavan hevur í nøkur ár skorið og kryddað sild, sum føroysku uppsjóvarskipini fiska, og meginparturin av hesi framleiðslu er seldur til Svøríkis. Nøkur sildagløs eru komin heimaftur úr Svørík og eru seld í Føroyum, og afturmeldingarnar hava verið sera góðar.
Jólasildin, sum nú er komin á marknaðin, er skorin á Tavuni, og tað er PrimaFisk, sum letur sildina í spannir og marknaðarførir føroysku vøruna.
Jan Erlingsson Petersen, stjóri í PrimaFisk, sigur, at fyrstu spannirnar við føroyskari jólasild eru komnar í handlar í Leirvík og Klaksvík - og eitt nú í Á-handlarnar við Sundsvegin og við Landavegin í Havn.
- Arbeitt verður við at fáa sildina í fleiri handlar kring landið hesa vikuna, sigur hann.
Tavan og PrimaFisk hava gjørt ein góðan laka til marineraðu jólasildina, sum er sera vælsmakkandi, og veitararnir bjóða eisini eina marineraða kryddsild, sum kemur fyri jól. Jan Erlingsson Petersen vísir á, at talan í fyrstu syfti er um avmarkaðar nøgdir.
- Tað er trupult at kappast við útlendsku stórframleiðsluna í prísi, tí enn er uppleggið við marineraðu og kryddaðu føroysku sildini so avmarkað í nøgd, sigur hann.
##med2##
Jan Erlingsson Petersen sigur seg vóna, at føroyska sildin, sum er fyrstafloks vøra og sera vælsmakkandi, fær góða undirtøku nú til jóla og nýggjárs. - Vit arbeiða eisini við einari vanligari marineraðari sild og einari kryddsild, sum ætlandi koma í januar, sigur stjórin í PrimaFisk.
Spannirnar við jólasild, sum Tavan og PrimaFisk nú hava sent út á føroyska marknaðin, viga 500 gr., harav nøgdin av sild í hvørji spann liggur um 250 gr.