Tavan 17,7 miljónir í avlopi í 5 ár

Gongdin í føroysku fiskavirkisvinnuni er ymisk. Meðan summi virkir koyra tungt, gongur væl hjá øðrum. Seinnu árini hava tey virkir havt tað truplast, sum hava havt skip knýtt at sínum virksemi. Í Leirvík hevur Tavan havt avlop á hvørjum ári, og í farna ári setti virkið met í ráfiskanøgd

Fiskaframleiðsla

Sólskinssøgurnar í fiskivinnuni eru ikki so nógvar í hesum tíðum, hvørki á sjógvi ella á landi.
Fiskiflotin hevði samanlagt eitt hall í 2008 og útlitini fyri 2009 vóru ikki stórt betri, tá grannskoðarafelagið Nota legði fram støðuna hjá fiskiflotanum seint í heyst.
Einstøk skip í ávísum bólkum høvdu positivan rakstur, men í summum bólkum gav raksturin hjá øllum skipum hall.
Í fiskavirkisvinnuni gongur ymisk, og sum heild kann sigast, at tey virkir, sum ikki eiga og reka skip, seinnu árini hava klárað seg betri enn tey, ið umframt virkisraksturin eisini hava havt skiparakstur.

Ymisk gongd
Seint í heyst læt Kósavirkið í Klakvík uppaftur, og tað er at fegnast yvir, at fólk hava mót uppá at endurreisa fiskaframleiðslu í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði.
Nøkur virkir, ið hava havt skilagóðan rakstur í fleiri ár, eru eitt nú Fiskavirkið í Gøtu, Vaðhorn á Strondum og Tavan í Leirvík.
Hinvegin hevur gingið striltið hjá Kósavirkinum at fáa lønsemi í raksturin, og hjá Faroe Seafood hevur gongdin ikki verið nakað serlig í undanfarnu árum.
Bæði feløgini hava havt skiparakstur aftrat virkisrakstrinum, og tað er serliga skiparaksturin, sum undanfarin ár hevur givið hall.
Spennandi verður at síggja, hvussu raksturin hevur verið hjá Faroe Seafood í farna ári, tá tann tíðin kemur, og tað er at vóna, at trupla gongdin hjá hesi fyritøku seinnu árini nú er vend til tað betra.
Sum tíðin gongur, verður eisini áhugavert at síggja, um nýggju eigararnir av Kósavirkinum fara at megna at venda gongdini, soleiðis at raksturin fer at geva avlop.

Góð avlop
Saman við øðrum virkjum, sum hava havt skilagóðan rakstur í fleiri ár, telist Tavan í Leirvík, sum hevur havt avlop á hvørjum ári heilt síðan 1994, tá farið varð undir at arbeiða gulllaks á virkinum, har Frost í fleiri ár hevði sítt virksemi.
Fylgjandi ár síðan 2004 hevur Tavan havt hesi avlop í rakstrinum - eftir skatt: 2008 (2,7 miljónir krónur), 2007 (2,5), 2006 (7,5), 2005 (3,4) og 2004 (1,6).
Hetta merkir, at Tavan hesi seinastu fimm árini hevur havt heilar 17,7 miljónir krónur í avlopi – eftir skatt, eins og árið 2006 hevur verið nógv tað besta hjá virkinum rakstrarliga.
Hvussu árið í fjør hevur roynst, vil stjórin á virkinum, Jóan Magnus Rasmussen, ikki siga nakað endaligt um enn, men sum skilst, verður spennandi at síggja rakstrartølini, tá ársúrslitið fyriliggur.
Tað skilst á stjóranum, at virkið helst hevur havt eitt hampiliga gott ár í farna ári.
Hann vísir á, at 2008 ikki royndist nakað serligt, tí norska krónan var so lág. Tavan selir eini 70 prosent av síni gulllaksaframleiðslu til Noregs, og tá hevur virðið av norsku krónuni stóran týdning.
- Men norska krónan vaks aftur virði í 2009, og vit kunnu siga, at meðan nógv gekk ímóti í 2008, gekk mest sum alt við í 2009, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Tá stjórin hevur hug at lata heldur illa at árinum 2008, tá avlopið hjá virkinum kortini var 2,7 miljónir krónur, er ikki annað væntandi enn, at árið í fjør hevur roynst enn betri – og kanska heilt væl.

Met í nøgd
Samlaðu ráfiskanøgdirnar, sum Tavan keypti í 2009, vóru tær størstu nakrantíð – ella tilsamans 12.700 tons. Nøgdirnar av gulllaksi vóru 11.200 tons og nøgdirnar av upsa 1.500 tons tilsamans.
Í summarhálvuni arbeiðir virkið gulllaks og í vetrarhálvuni upsa.
Nøgdirnar av upsa vóru heldur minni í fjør enn eitt miðalár, 1.500 tons, og Jóan Magnus vísir á, at Tavan helst skal virka eini 2.000 tons av upsa um árið.
- Hinvegin var árið í fjør tað størsta til gulllaks, og næstbesta árið í nøgd var 2002, tá vit keyptu og virkaðu 8.250 tons av gulllaksi.
Veiðan hjá teimum seks gulllaksaskipunum var rættiliga góð í 2009, og skipini hava ongantíð áður fiskað so stórar nøgdir áður.
Tavan keypti serliga fiskin hjá leirvíkstrolarunum Polarhavi og Stjørnuni umframt fleiri lastir hjá Eysturbúgvanum.
Samlaða gulllaksaveiðan undir Føroyum í fjør var nakað omanfyri 20.000 tons.
Tey seks skipini, ið vóru á hesi veiði, sum byrjaði í seinnu helvt av apríl, vóru Polarhav, Stjørnan, Vestmenningur, Fram, Vesturbúgvin og Eysturbúgvin.
Tavan í Leirvík hevur eini 50 ársverk, og bæði í gulllaksi og upsa verður arbeitt í skiftivaktum.