Ein felagsnevnari er millum komandi drotningina, Mary og Jørund Hundadagakong, ið ráddi fyri borgum í Íslandi dagarnar, 26. juni í 1809 til 19. august í 1809.
Felagsnevnarin er Tasmania.
Danskarin, Jørgen Jørgensen (1780-1841) var av íslendingum nevndur Jørundur Hundadagakongur fyri hetta stutta tíðarskeiðið hann ráddi fyri borgum í Íslandi.
Jørundur var handtikin av bretskum flotahermonnum, og hann kom ongantíð aftur at síggja Ísland. Aftaná eitt ógvuliga umskiftiligt og spennandi lív endaði Jørundur í Tasmania í 1826. Hann doyði í høvuðsbýnum, Hobart á Tasmania, 20. januar í 1841. Hann giftist írskt føddu, Nora Corbett í 1831. Jørundur Hundadagakongur hevði ongar eftirkomarar.
131 ár seinni, 5. februar í 1972 var Mary Donaldson fødd í Hobart á Tasmania. Í 2004 giftist hon við Fríðriki, krúnprinsi og gjørdist harvið krúnprinsessa. Í Avstralia og á Tasmania gera tey nógv burturúr nú Mary gerst drotning, har hon verður umrødd sum tann fyrsta avstralska drotningin nakrantíð. Men neyvan gáa tey nógv um Jørund Hundadagakong í Avstralia.
Mary gerst um 13 dagar drotning Danmarkar, og harvið drotning hjá nærmastu grannum Íslands, Grønland og Føroyar.