Leygardagin 20. desember kl. 16.00 verður ein áhugaverd jólakonsert í Hoyvíkar kirkju. Tarira hevur vant eina fjølbroytta og forkunnuga skrá, ið er samansett av klassiskum gullklumpum og nýkompositiónum.
Hesaferð verður eisini høvi at hoyra, hvussu góður kórtónleikur ljóðar stuðlaður av vakra fylgispælinum frá Aldubáruni.
Lagt verður fyri við vakra Ave Verum Corpus hjá Mozart, ið eisini er heitið á konsertini.
Endað verður við In dulci jubilo hjá Dietrich Buxtehude. Miðskeiðis í konsertini fer Aldubáran eisini at spæla nakrar instrumentalsatsir av Johann Sebastian Bach.
Sunleif Rasmussen eigur føroysku innsløgini til konsertina. Harumframt verða æviga populeru Thomas Tallis og Johann Sebastian Bach á skránni, eins og eysturríksku nútíðartónaskøldini Anton Heiller og Wolfram Wagner fáa stóra rúmd.
Eitt gylt høvi at hvíla oyru og sinni eftir eitt langan dag í innkeypsskálunum. Konsertin er ókeypis.