Taptu við fýra málum

A-landsliðið hjá kvinnum spældi ímóti Makedonia í fjórða dystinum í EM-undankappingini.

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spældi í dag fjórða dystin í EM-undankappingini, har tær eru í bólki við Serbia, Svøríki og Makedonia.


Mótstøðuliðið í kvøld var Makedonia, sum Føroyar taptu 22-15 ímóti mikudagin. Tá varð spælt heima í Føroyum, og í dag varð spælt í Skopje.


Tað bleiv til enn eitt tap. Makedonia var á odda 14-8 í hálvleikssteðginum. Føroyar pyntaðu eitt sindur um ímóti dystarenda, og tað endaði við 28-24-sigri til Makedonia.


Føroyar eru aftast í undanbólki 3 við ongum stigi. Næsti dystur verður á heimavølli ímóti Serbia 30. mai.


Makedonia – Føroyar 28-24 (14-8)

 

 

Makedonia: Jovana Sazdovska 7, Elena Gjeorgjievska 6, Ivana Gakidova 3, Mirjeta Bajramoska 3, Marija Shteriova 3, Teodora Keramichieva 2, Sara Ristovska 2, Dushica Gjorgjievska 1, Marija Nikolic 1


Føroyar: Liljan Djurhuus 5, Kristianna Henneberg Joensen 5, Durita C. Jojic 5, Eir Berg 3, Turið Arge 2, Daniella Joensen 2, Agnas Olsen 1, Bjarta O. Johansen 1