Hóast tað tóktist síggja hampuliga ljóst út, tá ið Jóan Hendrik Andreasen vann fulla úrtøku burtur úr fyrsta talvinum, sum varð liðugt í dag, so taptu Føroyar 2,5 - 1,5 ímóti Qatar í talv OL í Dresden í Týsklandi.
Umframt stigið, sum formsterki Jóan Hendrik Andreasen tryggjaði føroyingum á fjórða borði, so var tað veteranurin John Rødgaard, sum vann eitt hálvt stig afturat.
Tað gjørdi hann á triðja borði.
Tað eydnaðist ikki Helga Dam Ziska á fyrsta borði og Heina Olsen á øðrum borði at vinna úrtøku í dag.