Taptu tepurt fyri Wales

Føroysku kvinnurnar taptu fyrsta dystin í undankappingini til EM-undankappingina

Hondbóltur

Talan gjørdist um tepurt tap, tá føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spældi fyrsta dystin á ferðini til Makedonia.
Dysturin leygardagin var móti Wales, sum føroyska liðið áður hevur knógvað, men hesa ferð gjørdust okkara tó ov stuttar. Wales legði seg odda eftir góðum hálvum tíma, og tann støðan helt sær, til dysturin var at kalla liðugur. Tá øktu kvinnurnar úr bretska krúnveldinum, men í yvirtíðini eydnaðist Føroyum at minka um munin, tá Malena Josephsen sendi bóltin í netið.
Føroyar eru í undankappingini í bólki við Wales, Kasakhstan og Makedonia. Tað er bert vinnarin í bólkinum, sum sleppur víðari til veruligu undankappingina, og hetta tykist í løtuni at gerast ein dystur millum Wales og Kasakhstan. Kasakhstan vann nevnliga sín dyst móti makedonsku vertunum við einum máli móti ongum.
Næsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður mánadain kl. 13, og er tað tá Kasakhstan, sum er mótstøðuliðið.