Føroyar - Serbia 17-33 (11-17)
Føroyar tapti seinasta heimadystin í hesi undankappingini fyri Serbia. Úrslitið gjørdist 17-33.
Úrslitið svíður nakað hjá føroysku leikarum, ið høvdu sett sær fyri at fáa eitt nakað betri úrslit enn hetta.
Stóri munurin millum liðini kom til sjóndar alt fyri eitt, tá ið Serbia eftir lítlari løtu hevði lagt seg á odda við fimm málum. Eitt skifti í fyrra hálvleiki kom munurin upp í nýggju mál, men føroysku gentirnar stríddu seg til ein heiðurligari mun, tá ið tær fóru til hálvleiks við úrslitinum 11-17.
Góða kenslan beint fyri hálvleik hvarv tó eftir lítlari løtu í øðrum hálvleiki. Serbar forðaðu fyri øllum royndum hjá føroyingum, og tað gingu heilir 18 minuttir áðrenn fyrsta føroyska málið varð skotið.
Tá var úrslitið 12-26, og líkindini fyri einum góðum úrsliti vóru horvin. Seinastu 12 minuttirnar eydnaðist føroysku leikararnir við fleiri støðum, og tær vóru óhepnar at munurin ikki minkaði meira, eftir nógv skot á stengurnar og brendar møguleikar annars.
At enda gjørdist úrslitið 17-33. Leikararnir iðra seg helst um stóra munin, ið komst av truplu gongdini í seinna hálvleiki.
Føroyar - Serbia 17-33 (11-17)
Føroysku málskjúttarnir:
Súna Krossteig Hansen 4, Durita Cristophersen Jojic 3, Bjarta Osberg Johansen 2, Daniella Joensen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Bára Krossteig Hansen 1, Turið Arge Samuelsen 1, Heidi Maria Akselsen 1.
Beinleiðis tekstafrásøgnin frá dystinum kann lesast her niðanfyri:
17-33 Dysturin er av!
59 min 17-33
Seinasta álopið í dystinum. Vit hava bóltin við 25 sekundum eftir. Súna K. Hansen sleppur ígjøgnum og skorar! Eini fimm sekund resta í.
59 min 16-33
Durita er óheppin og rakar stongina við einum dundurskoti. Serbar fáa brotskast stutt eftir. Tær skora.
58 min 16-32
Vit missa bóltin, men verja væl. Vit hava bóltin og 1 minuttur og 10 sekund resta í
58 min 16-32
Serbar halda fram at renna okkum niður. Vit taka time-out
56 min 16-31
Vit sleppa enn einaferð ígjøgnum og fáa brotskast, men skotið miseydnast og endar omanfyri. Serbar revsa beinanvegin
55 min 16-30
Turið Arge letur serbisku verjuna víðopna við eini yvirgongd. Viviann bjargar í hinum endanum
54 min 15-30
Serbar lata føroysku verjuna upp
53 min 15-29
Vit koma til møguleika, men málverjin er fyri
52 min 15-29
Bjarta stríðist og fær ein serba útvístan
52 min 15-29
Daniella skorar væl!
52 min 14-29
Viviann stórbjargar, men fær einki gjørt við returin
51 min 14-28
Turið vinnur hesaferð brotskast. Daniella avgreiðar tað.
50 min 13-28
Risastóri serbiski strikuspælarin skorar. Daniella Joensen vinnur brotskast í mótálopinum. Marianna fær hann tíverri ikki framvið málverjanum.
49 min 13-27
Pernille Brandenburg vinnur brotskast á strikuni. Maria H. Weyhe rakar stongina, men fangar bóltin og fær hann í netið.
48 min 12-27
Serbar svara aftur við einum dundurskotið frá høga vinstra bakkinum.
48 min 12-26
So fingu vit mál! Tað var Súna, ið slapp væl ígjøgnum á høgra vongi.
46 min 11-26
Vit fáa enn einaferð fatur í bóltinum. Seta eitt skipað álop saman. Turið Arge fær ein flúgvara, men rakar stongina. Málið tykist gandað.
45 min 11-26
Vit verja væl, men fáa framvegis ikki mál. Serbia hevur vunnið seinnu hálvu 9-0
44 min 11-26
Vit brenna tveir fríar møguleikar, men varðveita bóltin. Marianna rakar stongina við langskoti. Bólturin vil ikki inn í hesu hálvini.
43 min 11-26
Viviann stórbjargar móti skjótálopi, men dømt verður fyri brotskasti. Hon bjargaði við andlitinum. Hon fær tó einki gjørt við brotskasti
42 min 11-25
Serbar gera eisini villur, men vit megna ikki at revsa tær. Ístaðin økja serbar aftur.
41 min 11-24
Enn einaferð spæla vit eitt langt álop, men koma ikki til møguleika. Serbar skora av strikuni.
40 min 11-23
Enn einaferð missa vit bóltin og Serbia fær eitt lætt mál. Dia Midjord tekur time-out. Vit skulu vera meira avgjørdar í álopinum.
39 min 11-22
Vit spæla langt álop, men koma ikki til møguleika. Serbar missa bóltin í mótálopinum
37 min 11-22
Nú tykist aftur alt at eydnast hjá serbum
36 min 11-21
Vit tveita bóltin burtur og verða revsaðar
35 min 11-20
Vit eru fullmannaðar. Men Jelena Trifunovic fær eitt heppi mál
34 min 11-19
Serbia seta leikferðina niður í yvirtalsstøðuni. Hetta hóvar okkum væl, og serbiski bakkurin skjýtur omanfyri
33 min 11-19
Bára K. Hansen fær fyrstu útvísingina í dystinum. Serbia spæla breitt út á vongin, ið skorar
32 min 11-18
Vit spæla eitt flott álop, men málverjin bjargar fríum møguleika av strikuni. Vit vinna bóltin í mótálopinum.
32 min 11-18
Dupultbjarging frá Viviann Petersen! Fyrst av bakkinum, síðani av vonginum
31 min 11-18
Serbia verja við einum leikara høgt uppi, og hon fangar bóltin og skorar.
30 min 11-17
Seinni hálvleikur er byrjaður. Serbia skjóta fram við. Vit ttaka ferðina úr spælinum.
Hálvleikur 11-17
Eftir eina marrubyrjan við alt ov nógvum tekniskum villum, endaðu føroysku leikararnir hálvuna væl. Tær hava minkað um munin úr nýggju niður í seks mál.
Tað sær betri út nú í verjustøðu, har vit fáa lagt nakað av trýsti á serbarnar. Eisini spæla vit skilabetri í álopunum, har spælingarnar hava sitið betri móti endanum. Eisini hava vit sæð fleiri flottar fintur, ið eru eydnaðar væl. Vónandi heldur hetta fram í seinna hálvleiki.
30 min 11-17 - hálvleikur
29 min 11-17
Bára Krossteig Hansen skorar! 5 sekund eftir!
29 min 10-17
29 min 10-16
Vit vinna bóltin í verjuni og Heidi Maria Akselsen skorar við skjótálopi
28 min 9-16
Marianna fær brotskast, Maria H. Weyhe skorar!
27 min 8-16
Vit verja væl og serbar gera eina tekniska villu
26 min 8-16
Durita fintar og fær brotskast. Marianna Eystberg skorar!
25 min 7-16
Vit skjóta framvið, men tað sama gera serbar
24 min 7-16
Viviann bjargar av strikuni, men dømt verður fyri brotskasti, ið endar í málinum
23 min 7 -15
Súna fintar seg enn einaferð væl ígjøgnum
22 min 6-15
Stóri strikuspælarin hjá Serbia skorar
21 min 6-14
Súna Krossteig Hansen kemur flott gjøgnum verjuna
21 min 5-14
Enn einaferð fangar serbiska verjan bóltin og revsar í skjótálopi
19 min 5-13
Vit spæla eitt langt skilagott álop, men málverjin er fyri í tveimum førum
18 min 5-13
Tað er eisini ov lætt hjá serbum í skipaða álopsspælinum.
17 min 5-12
Vit hava stórar trupulleikar av skjótálopunum hjá Serbia
15 min 5-10
Bjarta Johansen stríðir seg til eitt mál av strikuni
14 min 4-10
Vit tveita bóltin burtur og gera brotskast. Vit hava framvegis trupulleikar við verjuni hjá serbum
13 min 4-9
Serbia skorar av vonginum
13 min 4-8
Vit fáa enn eitt langskot ígjøgnum, men Durita Jojic svarar eisini aftur við einum slíkum
11 min 3-7
Jelena Lavko snýtir Viviann við renniskoti
10 min 3-6
Vit vinna bóltin aftur, og nú langar Durita Jojic eitt langskot í kassan
10 min 2-6
Durita Jojic fangar einum skjótálopi og fangar málverjan uttan fyri málið!
8 min 1-6
Strikuspælarin hjá serbum svarar aftur
8 min
1-5 - Nú Bragdaði! Bjarta Johansen skorar væl av strikuni
7 min
0-5 - Vit gera tríggjar tekniskar villur beint eftir time-outið. Vera bert revsaðar einaferð
6 min
Føroyar tekur time-out. Her skal nógv bøtast. Hetta minnur tíverri ov nógv um útidystin móti serbum, tá ið støðan var 7-0 eftir stuttari løtu
5 min
Føroyar hava fingið eina marrubyrjan í álopinum. Hava gjørt alt ov nógvar villur, og vit verða revsaði hvørja ferð.
4 min
0-4 Enn einaferð tveita vit bóltin burtur. Fáa vart fyri í fyrstu atløgu, men gera brotskast eftir hetta.
3 min
0-3. Aftur revsa serbar eina villu frá føroyingum
2 min
0-2 til Serbia. Aftur verða vit revsaði við skjótálopi
1 min
0-1 til Serbia eftir skjótálop
0 min
- So er dysturin byrjaður!
4 minuttir til dystarbyrjan
- Leikararnir eru róptir upp og nú verða tjóðsangirnir áðrenn dysturin fer at byrja
8 minuttir til dystarbyrjan
- leikararnir koma úr skiftirúminum afturvið lógvabrestum frá áskoðarunum.
10 minuttir til dystarbyrjan
- Dómarar í dag eru danirnir Mads Dahl Hermann og Jesper Madsen. Teir vera mettir at vera millum fremstu dómarar í heiminum
12 minuttir til dystarbyrjan
- Liðini eru upphitaði, og eru nú farin í skiftirúmini, har seinasti møguleikin er at tosa saman í frið
25 minuttir til dystarbyrjan:
Liðini eru mannaði soleiðis:
Føroyar
1 - Viviann Petersen
16 – Ragnhild á Heygum
2 – Agnas Olsen
3 - Marianna Geirsdóttir Eystberg
4 – Bára Krossteig Hansen
5 – Tóra Eliasen
6 - Marjun Falkvard Danberg
7 – Bjarta Osberg Johansen
10 – Durita Cristophersen Jojic
11 – Turið Arge Samuelsen
13 – Suna Krossteig Hansen
14 – Daniella Joensen
18 – Pernille Brandenburg
19 – Maria Halsdóttir Weyhe
33 – Heidi Maria Akselsen
Serbia
2 – Sanja Radosavljevic
3 – Katarina Krpez Slezak
5 – Jelena Trifunovic
8 – Dijana Stevin
9 – Jelena Lavko
18 – Tamara Radojevic
20 – Sladana Pop-Lazic
21 – Dijana Radojevic
23 – Marija Obradovic
30 – Zeljka Nikolic
33 – Jovana Stoiljkovic
72 – Dragana Cvijic
88 – Mariana Pantic
90 – Marija Colic
96 – Katarina Stosic
99 – Marina Dmitrovic
40 minuttir til dystarbyrjan
- Liðini byrja at hita upp við bólti nú, og føroysku leikararnir tykjast tendraðir.
Undan dystinum
Í kvøld klokkan 19:00 skal kvinnulandsliðið í hondbólti stríðast móti Serbia.
Serbia er millum fremstu tjóðirnar í kvinnuhondbólti, og eingin ivi er um at Serbar eru stórfavorittar. Men Føroyar hava lært nógv í hesi undankapping, og eingin ivi er um at kvinnurnar fara eftir einum góðum úrsliti í seinasta heimadystinum á hesum sinni.
Les Eisini: Upptakt: Føroyar - Serbia