34-26: Taptu seinna hálvleik við tveimum málum

Føroyingar taptu fyrra honbóltsdystin 34-26 ímóti Týsklandi, eftir hálvleiksstøðuna 17-11. Tað merkir, at Týskland vann seinna hálvleik 17-15.

 

Føroyingar stríddist manniliga, men munurin var í so stórur. Føroyingar megnaðu tó at skora 11 mál í fyrra hálvleiki og 15 mál í seinna hálvleiki.

Toppskorari var Elias á Skipagøtu við 5 málum.

Málskjýttar vóru:

Elias á Skipagøtu: 5 mál

Hákun Vest av Teigum: 4 mál

Helgi Hoydal: 4 mál

Kjartan Johansen: 3 mál

Tróndur Mikkelsen: 2 mál

Leivur Mortensen: 2 mál

Rókur Akralíð: 2 mál

Vilhelm Poulsen: 1 mál

Pauli Mittún: 1 mál

Peter Krogh: 1 mál

Jónas Djurhuus: 1 mál

 

Síðstu 10 minuttirnar stóð Pauli Jacobsen sera væl í málinum, og hevði fleiri bjargingar, sum gav okkurt kontramál.

Seinni dystur millum Týskland og Føroyar verður í Høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið klokkan 19.