Talv
Samlaða úrtøkan hjá føroyska landsliðnum, sum um vikuskiftið royndi seg ímóti íslendska liðnum, gjørdist eitt tepurt 11-9 tap.
Hetta í sjálvum sær er eitt úrslit, sum man vera á góðari leið, og ikki minst var tað hugaligt at síggja, hvussu væl fremstu føroysku telvararnir tykjast vera fyri.
Í mun til eitt Olympisku leikirnar, har føroyingar jú javnan taka lut, so var hetta tó ikki teir allar fremstu telvararnir, sum føroyingar sendu avstað. John Rødgaard var sostatt einasti telvarin á ferðini, sum hevur roynt seg í olympiskum høpi, men hóast hetta kanska skerdi liðið nakað, so skerst ikki burtur, at hetta eisini er við til at geva fleiri av feskastu føroysku nøvnunum altjóða royndir, sum bara kunnu koma teimum at gagni seinni.
Kanska vóru tað júst eisini royndirnir ? ella mangul upp á hesar ? sum kostaðu føroyska liðnum, tí tað er í øllum førum ein sannroynd, at íslendingar vóru væl stinnari enn føroyingar á aftaru borðunuum.
Hetta kann tó eisini vera við til at staðfestu, at tá talan er um avgjørda toppin, so hava okkara als onga orsøk at smæðast burtur, og tó at breiddin í toppinum enn ikki er so stór, sum tað kanska er ynskiligt, so sýna ungu nøvnini heilt víst, at her eisini er nakað í væntu.









