Taptu hóast hattrick

Upp á bara 16 minuttir skeyt Roque Santa Cruz hattrick, tá hann og Blackburn leygardagin spældu á útivølli móti Wigan. Vertirnir vóru á odda 3-0 eftir bert 37 minuttum, men tá 16 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, hevði Santa Cruz mest sum einsamallur fingið javnvág í. Tað hjálpti tó lítið hjá Blackburn. Stutt fyri útjavnandi málið, varð Bret Emerton rikin av vølli. Og við tveimum málum seinasta partin av dystinum kundi Marcus Bent tryggja heimaliðnum sigurin. Bent hevði eisini skorað fyrr í dystinum, og tí gjørdist talan um tvey hattrick í sama dysti.