Føroysku flogbóltskvinnurnar eru í hesum døgum í Liktenstein, har EM-undankapping er á skránni.
Tríggir dystir skulu spælast, og tann fyrsti av hesum var í dag, tá Skotland stóð hinumegin netið.
Tað eydnaðist akkurát ikki hjá føroysku kvinnunum at vinna dystin. Skotland vann 3-2, eftir at okkara kvinnur annars høvdu verið á odda 2-1.
Settúrslitini í dystinum vóru 25-18, 16-25, 18-25, 25-19 og 15-9.
Í morgin skulu føroysku kvinnurnar spæla móti vertstjóðini, Liktenstein og móti Kypros.