Taptu báðar dystirnar

Føroysku hondbóltskvinnurnar stóðu seg bæði minni væl og væl, tá tær vitjaðu í Íslandi um vikuskiftið

Hondbóltur

Tað var ikki við mýkindum, at føroysku hondbóltskvinnurnar lendu í Reykjavík fríggjadagin. Fáar tímar eftir lendingina, stóð landsdystur móti Íslandi á skránni, og talan gjørdist her um veruligt sorl. Ikki minni enn 43-11 gjørdist sigurin hjá Íslandi hendan fyrsta dystin.
Í so máta gekst betri leygardagin, tá nýggjur dystur varð spældur. Eisini hesa ferð vann Ísland, men sigurin var hesa ferð 27-21.

Av flogvølli í høllina
Sum skilst, so var stórtapið í fyrra dystinum eitt úrslit av, at spælararnir ikki høvdu ta stóru tíðina at umstilla seg til dystin. Tær, sum spæla í Føroyum, høvdu eina lítla venjing, beint eftir at flogfarið hevði sett seg, og síðani varð bíðað eftir útisetunum, sum komu við øðrum flogfari.
- Hesar seinnu komu at kalla beint úr flogfarinum til dystin, og yvir høvur kundu vit illa vænta nakað gott úrslit í hesum dystinum, sigur Sophus Dal Christiansen, sum saman við Flemming Raben tekur sær av føroyska liðnum.
- Vit vóru tó samd um, at hóast vánaligar fortreytir, so skal hugburðurin vera øðrvísi, og tað var hann tíbetur eisini til seinna dystin. Hendan taptu vit so eisini, men vit hildu sera væl fatur í teimum. Spælararnir offraðu seg veruliga, og tí gjørdist talan um eitt munandi betri úrslit, sigur Sophus.

Challenge fyri framman
Sunnudagin spældi føroyska liðið eisini venjingardyst móti Haukum í Reykjavík. Til tann dystin vóru útisetarnir á føroyska liðnum farnar til Danmarkar, og tað gjørdi føroyska liðið veikari. Dysturin endaði við fimmm-mála sigri til Haukar, sum liggur miðskeiðis í fremstu íslendsku deildini.
Hjá føroyska liðnum er hetta partur í fyrireikinunum til Challenge-Trophy kappingina, sum verður í apríl mánaði 2008. Enn er ikki greitt, hvar hendan verður, men HSF hevur boðað frá, at tey arbeiða við at fáa kappingina til Føroya.
Ætlandi fær landsliðið eisini nakrar venjingardystir afturat komandi árið. Enn er mótstøðan ikki greið, men sum skilst skal talan verða um dyst í paríl mánaði.
Ísland fer nú at spæla EM-undankapping í Ungarn. Her skulu tær spæla móti Ungarn, Italia og Portugal.