Seinnapartin setti U-19 fótbóltslandsliðið punktum fyri luttøkuni í EM undankappingini á hesum sinni. Liðið hevur síðstu vikuna verið í Belfast, har mótstøðuliðini hava verið Russland, Tjekkia og í dag Norðurírland.
Føroyar taptu 7-0 ímóti Russlandi og 2-0 ímóti Tjekkia. Í dag spældi føroyska liðið ímóti heimaliðnum um at sleppa undan aftasta plássinum. Ta kappingina vann Norðurírland. Úrslitið var 3-0 eftir 1-0 í hálvleikinum. Málini vórðu skorað í 22. og 82. minutti, og tá ið tveir minuttir vóru farnir av tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti heimaliðið 3-0 sigurin við brotssparksmáli.
Tølini siga, at føroyska liðið ikki var heilt niðurspælt. Norðurírland hevði átta royndir, har bólturin var innanfyri stólparnar, og Føroyar høvdu tríggjar royndir, har bólturin var innanfyri stólparnar. Fýra ferðir fór bólturin uttanfyri stólparnar aftanfyri føroyska málverjan, og fýra ferðir fór bólturin uttanfyri stólparnar aftanfyri norðurírska málverjan. Norðurírland hevði fýra hornaspørk, og føroyingarnir tiltuskaðu sær trý hornaspørk.
Russland tryggjaði sær í dag við 3-0 sigri á Tjekkia fremsta plássið í bólkinum.