Taptu 2-0 í Tbilsi

Georgia vann í dag 2-0 á heimavølli í U17 dystinum ímóti Føroyum

Føroyska U17 landsliðið luttekur í hesum døgum í EM undankapping í georgiska høvuðsstaðnum Tbilsi.  Eftir 4-0 tap í fyrsta dystinum ímóti stórfavorittunum úr Hollandi, spældi føroyska liðið í dag ímóti Georgia, sum vann 2-0.

Heimaliðið legði seg framum eftir eitt korter, og tann støðan helt sær, inntil vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin. Síðstu løtuna løgdu føroyingarnir nógv fyri í royndini at javna. Tá ið teir 4 minuttirnir vóru um at vera farnir, sum dómarin hevði lagt aftrat, fingu Føroyar horna í vinstru. Málverjin fór saman við øllum teimum føroysku spælarunum fram í brotsteigin. Einki spurdist burturúr royndini at javna. Í staðin økti Georgia um leiðsluna, tá ið teir eftir langa framlegging settu bóltin í tóma føroyska málið.

Í fyrradagin vann Holland 4-0 á Føroyum og Georgia 3-1 á San Marino. Í dag vann Holland 12-0! á San Marino. Týsdagin hittast Føroyar og San Marino og Georgia og Holland. Tað er greitt, at Holland og Georgia fara at halda fram í kappingini.

 

Føroyska liðið í dag: Karstin Hansen, NSÍ – Absalon Eliasen, Randers FC, Bartal Wardum, HB, Høgni E. Nielsen, 07Vestur, Mikkjal á Bergi, KÍ – Petur Knudsen, NSÍ, Meinhard Olsen, liðformaður, NSÍ, Rói Heðinsson Olsen, EB/Streymur, Hilmar Leo Jakobsen, HB (Janus Svabo Samuelsen, 07Vestur, 71.), Teit Jacobsen, HB (Jan á Høgaryggi,EB/Streymur, 55.) – Jákup L. Thomsen, HB (David Müller, AC Horsens, 31.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Jóhan Wolles, EB/Streymur, Jóhan Waag Høgnesen, KÍ, Heri Hjalt Mohr, HB, Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ

Venjarar: Áki Johansen og Pól F. Joensen

Gult kort: Rói Heðinsson Olsen og Mikkjal á Bergi