Fá høvdu væntað, at AaFK fór at hava nakrar trupulleikar móti grannafelagnum Bergsøy. Bergsøy spælir hóast alt í fimtbestu norsku deildini. Felagið hevur bara einaferð verið umboðað í næstbestu norsku deildini, í 1981.
Men steypakapping er steypakapping plaga tey at siga, og tað bleiv sjón fyri søgn í dag, at David enn í dag onkuntíð vinnur móti Goliat. Tí hóast Aalesund, við Sonna Ragnar Nattestad á liðnum, førdi 1-0 í hálvleikinum, gjørdist endaliga støðan 2-1 til Bergsøy.
Tað gekk betur hjá hinum føroyingaliðunum í Noregi, tó at serliga Florø mátti arbeiða hart fyri sigrinum. Ikki fyrr enn í síðsta minutti eydnaðist tá Florø at javna til 2-2 við brotssparki. Í longdu leiktíðini var tað kanska orkan, sum kom Florøspælarunum til góðar. Í síðsta minutti (aftur) skoraði Florø og vann at enda dystin 3-2. Patrik Johannesen byrjaði inni fyri Florø.
Brann hevði tó ongar trupulleikar í dag móti Sandviken, sum spælir í fimtbestu deildini. Brann vann 6-1. Gilli Rólantsson var ikki við á liðnum í kvøld.
Bryne, har Rógvi Baldvinsson spælir, vann 1-0 á útivølli móti Staal Jørpeland, sum spælir í fjórðbestu norsku deildini. Bryne er í triðbestu deildini.
Sandnes Ulf, felagið hjá Ára Mohr Jónsson, vann ein javnan dyst 3-2 móti grannunum í Sola. Ikki er greitt, um Rógvi Baldvinsson og Ári Mohr Jónsson spældu dystirnar í kvøld.