Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld, og lá einki stig eftir tá dystirnir vóru loknir.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg tóku á heimavølli móti Ikast-Herning.
Ikast-Herning vann málríkan stórsigur 42-32. Í steðginum var útliðið á odda 19-15.
Jana skoraði trý mál og legði upp til trý mál hjá Viborg.
Rakul Wardum og liðfelgarnir í Ringkøbing taptu á útivølli 30-35 fyri Horsens. Í fyrra hálvleiki var Horsens greitt omaná, og var heimaliðið greitt á odda 16-9 í steðginum. Ringkøbing avrikaði betri í seinna hálvleiki, og vann seinna hálvleik 21-19.
Rakul bjargaði átta av 30 málroyndum, meðan kappingarneytin, Ida Vium bjargaði fýra av 16 málroyndum.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu í kvøld dyst nummar 20 av 20 møguligum í deildini.
Í kvøld bleiv talan um eitt greitt 17-26 tap fyri Aarhus á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-9.
Súna skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.
Tað eru bert seks dystir eftir í grundspælinum, og Ajax hevur átta stig upp til næstaftasta plássið fyri at sleppa undan niðurflyting.
Komandi mikukvøld tekur Ajax móti Keypmannahavn, ið hevur Pernille Brandenborg á liðnum. Sama kvøld spælir Viborg grannauppgerð móti Silkeborg-Voel á útivølli. Tað kvøldið hevur Ringkøbing dyst á heimavølli móti Aarhus.
Støðan:
| Nr. | Lið | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | Team Esbjerg | 20 | 40 |
| 2 | Ikast-Herning | 20 | 36 |
| 3 | Odense | 20 | 34 |
| 4 | Nykøbing Falster | 20 | 28 |
| 5 | Silkeborg-Voel | 20 | 22 |
| 6 | SønderjyskE | 20 | 19 |
| 7 | Keypmannahavn | 20 | 18 |
| 8 | Viborg HK | 20 | 18 |
| 9 | Skanderborg | 20 | 15 |
| 10 | Ringkøbing | 20 | 15 |
| 11 | Aarhus United | 20 | 14 |
| 12 | Horsens | 20 | 13 |
| 13 | Bjerringbro | 20 | 8 |
| 14 | Ajax | 20 | 0 |










