Tap til bæði Noreg og Ísland

Bæði Noreg og Ísland taptu greitt sínar undankappingardystir í bólki 9 í kvøld. Norðmenn vóru á vitjan á ?De Kuip? í Rotterdam. Holland vann ein tryggan og uppibornan 2-0 sigur á Noregi, har ?Oranje? saman við heimaáskoðarunum kundu feirað, at HM-kvalifikasjónin er tryggjað. Andre Ooijer og Arjen Robben skoraðu hollendsku málini.

 

Ísland spældi ímóti Makedonia í Skopje, men tað gekk líka galið hjá íslendingum, sum taptu 2-0. Longu tá 10 minuttir vóru farnir, kom Makedonia á odda 1-0 við einum málið hjá Aco Stojkov. Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, økti Filip Despotvski til 2-0. Úrslitini í kvøld hava við sær, at Skotland er komið í eina lyklastøðu, har skotar kunnu tryggjað sær annað plássið í bólkinum, og harvið rættin til at spæla Play Off dystir um rættin til at sleppa til HM-endaspælið í Suður-Afrika.

 

Støðan í bólki 9 :

 

1 Holland 7 7 0 0 16-2 21

2 Makedonia 6 2 1 3 4-7 7

3 Skotland 5 2 1 2 4-6 7

4 Ìsland 7 1 1 5 6-12 4

5 Noreg 5 0 3 2 2-5 3

 

19. august spæla Noreg og Skotland í Oslo. 5. september tekur Ísland ímóti Noregi á Laugardalsvøllinum. Sama kvøld spæla Skotland og Makedonia á Hampden Park í Glasgow.